Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd av heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Løgreglan fingið 245 fráboðanir um skaða

Kunningarskriv til fjølmiðlarnar:

Politiið hevur í tíðarbilinum 24. november 2011 kl. 1310 (tá fyrsta fráboðanin kom) til í morgun kl. 0920 fingið 245 fráboðanir um skaða.

Yvirlit:

Eysturoy samanlagt 64 fráboðanir:

- Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.

Norðoyggjar samanlagt 35 fráboðanir:

- Harðast rakt var Klaksvíkin við 32 skaðafráboðanum.

Sandoy samanlagt 6 fráboðanir:

- Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.

Streymoy samanlagt 60 fráboðanir:

- Harðast rakt var Hoyvík, Argir og Tórshavn við 36 fráboðanum.

Suðuroy samanlagt 68 fráboðanir:

- Harðast rakt var Trongisvágur, Tvøroyri og Froðba við 37 fráboðanum.

Vágar samanlagt 12 fráboðanir:

- Skaðafráboðanirnar eru javnt byttir millum Sørvág og Miðvág. Eingin fráboðan er komin frá Sandavági ella Vatnsoyrum.

Tølini umboða sum sagt bert fráboðanir sum politiið hevur móttikið.

Politiið vil samstundis nýta høvið til at takka øllum sløkkiliðum og sjálvbodnum kreftum kring landið fyri gott samstarv og takka fyri tað stóra arbeiði hesi fólk gera.

Vegna politiið í Føroyum

Andras Marr Poulsen,

politikommissær