Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmálaráðharrin arbeitt under cover

Og sjálvt um hann sigur seg hava arbeitt eftir løgtingsins vilja, so er tað beinleiðis ósatt. Sitandi Løgting hevur als ikki givið løgmálaráðharranum nakra sum helst gilduga váttan, tíannsheldur nakað lógaruppskot, ið gevur honum loyvi til, í loyndun at fara út under cover, at samráðast við útlendsk feløg, um at gera ein undirsjóartunnil.

Tað er ein heilt ótrúlig støða, at løgmálaráðharrin í einum landið, ger seg til talsmann fyri eini fíggjarligari risaætlan, uttan at hava gjørt sítt heimaarbeiði. Upp aftur løgnari er, at henda risaætlan liggur á hasara politiska heimabeitið.

Tað vildi verið ótonkiligt, at løgmálaráðharrin í til dømis Danmark ella Svøriki í loyndun fóru út við eini fíggjarligari risaætlan, uppá fleiri hundrað millardir, uttan nakra lógarheimild, eins og henda risaætlan eisini lá á hansara politiska heimabeitið. Politiskt hevði hann verið steindeyður, og segði hann seg ikki frá sjálvur, so hevði flokkur hansara tikið avgerð, og koyrt hann frá sum løgmálaráðharra.

At sjálvur løgmálaráðharri okkara, ei heldur løgmaður vildu viðurkenna, at eingin politisk heimild var aftan fyri hesa risaætlan, tað hevði í øllum øðrum framkomnum rættarsamfeløgum havt eina stjórnarkreppu við, soleiðis at stjórnin hevði lagt frá sær.

Men nei, ístaðin fyri at viðurkenna, at løgmálaráðharrin hevði valt at fara under cover í heimildarloysi, so svav løgmaður framvegis sín søta politiska svøvn. Og tað var eingin andstøða ella fjølmiðlar ið kundu fáa løgmann at ressast við, heldur ikki aftaná at stóra loyndarmálið lak út til almenningin.

Ikki fyrr enn Bárður Nielsen fíggjarnevndarformaður gjørdi vart við, at nú var neyðugt at steðga á, við at undirskriva sáttmálan við donsku spekulantarnar, tá vaknaði Løgmaður við kaldan dreym. Og nú gjørdist Løgmaður meira álvarsligur, tí nú skuldi einki skundast í gjøgnum, fyrr enn løgtingsskrivstovan kom við einum responsum viðvíkjandi, hvørt heimild var fyri, at undirskriva tann so nógv umtalaða huldusáttmálan. Og fyri at tað ikki skal verða lygn, so skuldi løgtingi nú kallast saman, at snikka eitt lógaruppskot til, soleiðis at allar tær samráðingar sum høvdu verið, uttan at nøkur lógaheimild var til staðar, nú skuldu samtykkjast við afturvirkandi kraft.

Samstundis hevur sami Løgmaður hevur ferð aftaná ferð í vikuvís afturvíst ynski andstøðurnar, at kalla løgtingi saman og fáa greiðu á, í millum annað hvørja heimild lógmálaráðharrin hevur havt í sínum skýmaskotspolitikki, sum hann hevur ført seinastu nógvu mánaðarnar. Hetta vísur okkum ein stjórnarleiðara sum als ikki hevur hóming av, hvat í krevst av einum samgonguleiðara. Eingin sum helst ivi er um, at hevði fíggjarnevndarformaðurin ikki traðka í karakter, og alment sett sín egna Løgmann uppá pláss, so hevði Løgmaður góðtikið eina avgerð hjá einum landsstyrismanni, sum hevði givið løgtingslimun og almenninginum skeivar upplýsingar. Nevnliga tá landsstyrismaðurin ótaldar ferðir, segði seg bara arbeiða vegna vilja løgtingsins, sum hann umboðaði sum landsstyrismaður.

Sannleikin er, at sitandi løgting hevur ikki givið honum nakra hemild til at samráðast við útlendsk feløg, viðvíkjandi undirsjóartunnli . At brúka eina tíðaravmarkaða samtykt frá undarfarna samgongu, har tíðarfreistin minnist meg rætt, var longd einferð tí fíggjingarstovnarnir fingu kalda føtur, tað er einki minnið enn ein gøla. Tí tann freisin var kunngjørd nær hon fór úr gildið í 2011,, eins og táverandi landsstyrismaður í samferðslumálum, í almennum fjølmiðli eisini boðaði frá hesum. Longri er tann søgan ikki.

Kann tað veruliga verða so galið, at hvørki løgmálaráðharrin ella Løgmaður taka avleiðingarnar av hesum álvarsmálið, ella hvat. Kann ein landsstyrismaður geva løgtinginum skeivar, ella ósannar upplysingar, og kann ein stjórnarleiðari stuðla sínum landsstyrismanni, aftaná tað sum fram er farið í hesum málið.

Um henda gøla ikki fær avleiðingar, so kann styrisskipanarlógin gott tveitast í skrellispannina. Harnæst hevur sitandi Løgmaður drigið tað tign og virðing í løgmannsembætið hevur havt millum manna, niður á eitt støði, at tað valla verður í bræði, at virðingin eins og tignin koma fylgja løgmannastarvinum framyvur.

Frank Davidsen