Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður vil hava breiða politiska undirtøku fyri nýggjum sendistovum

Løgmansskrivstovan kannar í løtuni møguleikar, tørv og kostnað í sambandi við at seta sendifólk í Moskva og Bejing.

Kanningarnar verða gjørdar, tí talan er um høvuðsstaðir í londum, har føroyskar fyritøkur selja alsamt meira fisk og alilaks. Hóast okkara útflutningur til hesi lond er vaksin, uppliva vit av og á formligar trupulleikar av ymiskum slagi, sum krevja at verða tiknir upp við myndugleikar á staðnum fyri at verða rættaðir.

Vit fáa góða tænastu frá donskum sendistovum, tá ið áleikandi mál stinga seg upp. Tað skerst tó ikki burtur, at tað mangan er saknur í umboðan, sum burturav arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum. Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið talan er um fjarskotin lond og mentanir, ið eru okkum ókendari enn tann í Norðurevropa.

Tá ið Løgmansskrivstovan hevur kannað tørv og kostnað neyvari, m.a. hjá føroyskum vinnulívi og hjá danska uttanríkisráðnum, verður málið tikið upp til politiska viðgerð.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur: “Skulu vit gagnnýta møguleikarnar á heimspallinum mugu vit tillaga og raðfesta okkara sendifólka virksemi, eftir hvar tørvur og møguleikar eru størstir. Kina og Russland eru nýggir og vaksandi marknaðir, og nógvir og ótroyttir møguleikar eru á hesum marknaðunum. Fjarstøðurnar til Russlands og Kina eru stórar, og tí kann tað vísa seg, at neyðugt verður at hava fólk á staðnum.

Tað tekur tíð hjá sendifólki at uppbyggja netverk og vitan um samfelagviðurskifti í londunum har tey eru útsend. Sendistovuvirksemi eru tí ein langtíðar íløga, og tí er neyðugt við breiðari politiskari undirtøku fyri, hvar vit staðseta nýggjar sendistovur.”