Løgmaður vil broyta setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum
Løgmaður er nú farin undir eina tilgongd at áseta nýggjar reglur fyri lønar- og setanarviðurskifti hjá landsstýrisfólkum til tess at fáa hesi viðurskifti so røtt og rímulig sum til ber.
Sum fyrsta stig hevur løgmaður heitt á føroysku umboðini í dómaratilnevningarnevndini um at geva sær eitt uppskot um limir at seta í óhefta nevnd, ið skal geva honum tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
Við støði í hesum tilmæli verður uppskot gjørt um nýggjar lógarreglur, ið skulu leggjast fyri formenninar í øllum politisku flokkunum. Síðani verður uppskotið lagt fyri løgtingið til støðutakan. Miðað verður eftir at koma á mál komandi ársskifti.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur: “Tað hevur sera stóran týdning, at setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum eru í javnvág við setanar- og lønarlagið í samfelagnum, samstundis sum tey eru í samsvar við ta ábyrgdina embætini hava við sær.
Løgmansskrivstovan hevur kannað møguleikan við eini skipan líkt henni í Íslandi, har ein óheft nevnd ásetir samsýningarnar, uttan at tær skulu leggjast fyri tingið. Ein tílík skipan krevur tó broyting í stýrisskipanarlógini, sum krevur, at tvey fylgjandi løgting samtykkja hesa lógarbroyting.
Men samsýningar til landsstýrisfólk eiga at verða endurskoðarar, og um lógaruppskotið, sum eg farið at leggja fyri tingið í heyst, ikki ber á mál, verður farið undir tilgongdina at broyta stýrisskipanarlógina.”