Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður vil broyta gyltu eftirlønirnar

Viðgerðin seinastu dagarnar av málinum um samsýning og eftirløn landsstýrismanna hevur fingið eina slagsíðu. Yvirskriftir um “risa stórar lønarhækkanir á jólum”, “flottar ráðharrabilar” og “pensjónistatilverur í marglæti” eru at lesa. Trupulleikin er bara, at tær siga ikki allan veruleikan. Veruleikin er jú gráari enn rámandi yvirskriftir.

Heldur enn at hyggja eftir øllum álitinum um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, hava flest allir miðlar, tó ikki allir, valt tí løttu loysnina: Tað verður bara kunnað um, hvat løgmaður og landsstýrisfólk fáa. Hvat tey missa hevur minni áhuga. Av tí sama verður ikki varpað ljós á heildina – á veruliga samanhangin.

Løgmaður og landsstýrisfólk hava í dag eina sera góða eftirlønarskipan. Eftir átta ár í embætinum sum løgmaður ella landsstýrismaður, hevur tú rætt til fulla eftirløn. Hetta kann ikki vera rætt. Vanlig starvsfólk mugu arbeiða alt lívið fyri at fáa fulla eftirløn. Tí eigur henda skipan at verða broytt. Verður uppskotið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna samtykt, fáa bæði løgmaður og landsstýrisfólk 15% av lønini í eftirløn á sama hátt sum onnur í vanligum starvi hjá tí almenna. Hetta er nógv rættvísari skipan, og eigur ongantíð ov skjótt at verða broytt.

Í dag eru fleiri skattafríar skipanir, sum fella burtur, um uppskotið hjá óheftu nevndini verður samtykt. Skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjaldið, ið fyri einstakar landsstýrismenn kann vera upp til 164.000 kr. skattafrítt um árið, eru ótíðarhóskandi skipanir. Óhefta nevndin mælir til at taka av hesar skipanir. Hesum eri eg fullkomiliga samdur við.

Vit eiga eisini at rudda upp í fráfaringarlønunum. Eg taki undir við tilmælinum hjá óheftu nevndini um, at tá eitt landsstýrisfólk fær eina fráfaringarløn, eigur hon at verða mótroknað í fráfaringarlønini í teimum førum, at viðkomandi hevur aðra lønarinntøku í fráfaringarskeiðnum.

Verða eftirlønarviðurskiftini broytt, skattafríu ágóðarnar tiknir av og ruddað upp í fráfaringarlønunum, er talan í veruleikanum um eina stóra sparing. Henda sparing eigur avgjørt at verða tikin við í roknistykkið, tá lønarhækkanin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum verður umrødd. Verður sparingin ikki tikin upp á tungu, fáa vit eitt skeiklað orðaskifti um lønarviðurskiftini hjá komandi løgmonnum og landsstýrisfólkum. Og tá er lítið vunnið, og vegurin at broyta ótíðarhóskandi skipanirnar gerst enn brattari.