Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður og Alistair Carmichael

Løgmaður verið á fundi við Alistair Carmichael

Løgmaður hevur seint seinnapartin í gjár havt fund við Alistair Carmichael, skotlandsráðharra hjá bretsku stjórnini, sum í hesum døgum vitjar Føroyar. Fleiri ymisk øki vórðu umrødd á fundinum. Alistair Carmichael kunnaði millum annað um fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Skotlandi í fjør. Løgmaður greiddi honum um búskaparligu gongdina í Føroyum. 

Løgmaður og bretski ráðharrin skiftu eisini orð um fiskivinnu, oljuvinnu, orkumál, handilsmál og ferðasamband, nú Atlantsflog seinni í ár fer at flúgva beinleiðis til Edinburgh í Skotlandi.

Eftir fundin við løgmann skuldi Alistair Carmichael á fund við landsstýrismannin í vinnumálum og landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Bretski ráðharrin fer av landinum seinnapartin í morgin.

Mynd: Løgmaður og Alistair Carmichael