Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður: Tøkugjaldið forðar ikki fólki at fara til arbeiðis

Tað er ikki skipanin við tøkugjaldi, sum er atvoldin til, at færri fólk í løtuni eru til arbeiðis at framleiða liðugt góðskaðar vørur. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um broyttu fortreytirnar fyri laksaframleiðslu í Føroyum.

- Tøkugjaldið er gjald fyri framíhjárættin til at ala laks á føroysku alifirðunum. Tøkugjaldið verður lagt á allan laks, sum verður tikin úr føroysku firðunum – uttan mun til, um laksurin verður seldur av landinum heilur, ella hann verður framleiddur til liðugtvøru, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Svarið hjá løgmanni kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/7903/img-421173516-0001.pdf