
Løgmaður til London
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og frú Jórun Johannesen fara í morgin 2. august til London, har Olympisku Leikirnir eru í hesum døgum.
Løgmaður, ið er verji hjá føroyskum ítrótti, skal m.a. fylgja svimjikappingini í 1500 metrum frí, sum Pál Joensen luttekur í. Løgmaður er eisini boðin til guðstænastu í donsku kirkjuni í London, St. Katharine’s.
Løgmanshjúnini eru heima aftur 6. august.