Løgmaður skelkar fleiri
Tað hevur skelkað, at løgmaður út frá niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum, longu staðfestir gleði yvir, at teir báðir aðalstjórarnir onki galið hava gjørt í samband við grannskoðaramálið.
Í frágreiðing frá Løgtingsins Umboðsmanni 2. november 2010 um avgerðir, at løggilda grannskoðarar varð annars víst á álvarsligar feilir og brek í viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum.
Hetta bleiv staðfest í drúgvari frágreiðing.
Tað, sum óheftir persónar nú siga er, at løgmaður, í staðin fyri at reflektera yvir niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum, og niðurstøðuna hjá umboðsmanninum, longu hevur tikið kanningarstjóran, sum tann mest fakliga, og trúverdiga persónin av teimum báðum, og kann tí neyvan gera annað enn at taka eina avgerð um ikki at fara víðari við teimum báðum aðalstjórunum.
Trupulleikin við hesari niðurstøðuni er, at so má onkur annar persónur hava gjørt okkurt galið, og tí má gangast út frá, at umsitingin nú leitar eftir onkrum øðrum at leggja ábyrgdina á.
Tað er í sjálvum sær ein sera ivasom støða.