Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður og frú til 40 ára stjórnarhátíðarhald hjá Margrethu drotning

Hennara hátign Margretha drotning hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen og frú Jórun Johannesen at luttaka í hátíðarhaldinum í samband við, at tað 14. januar eru 40 ár síðani Margretha tók við sum drotning.

Leygarkvøldið 14. januar fara løgmaður og frú til hátíðarsýning fyri drotningini í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Sunnudagin 15. januar verður gudstænasta í Christiansborg Slottskirkju. Sunnukvøldið verður veitsluborðhald á Christiansborg Slotti.

Í samband við at tað eru 40 ár síðani Margretha drotning tók við, fara landsstýrið og Løgtingið at lata drotningini gávu. Gávan verður almannakunngjørd við eitt seinni høvi.

Mikukvøldið 11. januar hevur forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt boðið løgmanni til hátíðarhald og konsert í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio í samband við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Evropasamveldinum.

Løgmaður fór til Danmarkar í morgun og verður aftur í Føroyum týsdagin 17. januar.