Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður má útskrivað fiskiloyvi til línubátarnar á Flemmich Cap

Hin 21. september 2012 fingu Føroyar tillutað eina toskakvotu uppá 3.154 tons á Flemmich Cap, ið svarar til uml. 22% av samlaðu toskakvotuni í hesum fiskiøki.

Henda toskakvota er grundað á søgulig rættindi, sum serliga línubátarnir útvegaðu okkum við teirra fiskiskapi á Flemmich Cap í 60-70´unum. Sostatt er tað ein sjálvfylgja, at tað eru línubátarnir, sum fáa tillutað alla hesa toskakvotu.

Teir skuldu havt fingið loyvini útskrivaði fyri langari tíð síðani, so teir kundu fyrireika seg og skuldu longu havt fiska ein stóran part av kvotuni. Tí er tað óforsvarligt og líkist ongum, at Fiskimálaráðið ikki enn hevur givið línubátunum loyvi at veiða henda fiskin, meðan besta fiskitíðin er.

At nógvur fiskur er á Flemmich Cap og at línubátarnir, sum eru har hava fingið nógvan fisk, kunnu øll lesa í fjølmiðlunum, har sagt verður frá, at td. norska línuskipið “Atlantic” hevur fingið fulla last á tveimum túrum og er nú á triðja túrinum. Alt í meðan okkara línuskipini ikki sleppa á Flemmich Cap, bara tí, at Fiskimálaráðið higartil hevur seinkað og mótarbeitt hesum møguleika.

Áheitan á løgmann:

Eg fari tí við hesum alment at heita á løgmann um at syrgja fyri, at fiskiloyvini til línuskipini verða útskrivaði beinanvegin.

Tað, sum gongur fyri seg nú, at Fiskimálaráðið ikki vil skriva út fiskiloyvi til línuskipini, er óforsvarligt yvir fyri tí tillutaðu toskakvotu, sum vit hava á Flemish Cap. Hetta drálið er eisini órættvís yvir fyri línuskipunum, sum eru orsøkin til, at vit hava hesa toskakvotuna.

Ikki minst er tað óforsvarligt yvir fyri tí føroyska samfelagnum, har flakavirkini tørva rávøru og arbeiðsfólkini tørva arbeiði. Hesin fiskiskapur vildi eisini skapt eitt stórt útflutningsvirðið fyri føroyska samfelagið.

Alfred Olsen

Tingmaður fyri Sambandsflokkin