Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður lýsir ikki 20. mars sum frídag

Løgmaður hevur ikki heimild at lýsa ella áseta ein frídag. Tí fer løgmaður ikki at lýsa 20. mars, tá ið full sólarmyrking er, sum frídag. Spurningurin um frídagar er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a skrivligum fyrispurningi frá Gunvør Balle og Sirið Stenberg, løgtingslimum hjá Tjóðveldi. 

-20. mars er ein heilt serstakur dagur. Og eg skilji tí væl, at nógv ynskja at halda frí henda dagin. Eg ivist heldur ikki í, at flestu arbeiðsgevarar lata síni starvsfólk brúka ein av sínum frídøgum tann 20. mars, um tað á nakran hátt ber til. Tað vera sjálvandi starvsfólk, sum ikki hava frí henda dagin, men eg vænti, at tey kortini fara at uppliva hetta serstaka fyribrigdið, hóast tey eru til arbeiðis, sigur løgmaður í svari sínum

Svarið hjá løgmanni kann lesast her: http://www.lms.fo/media/6211/img-316154231-0001.pdf