Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður: Hvussu kann eg gera mítt besta fyri mítt land?

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2013

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

--

Gott kvøld øll somul,

Seinast í sjeytiárunum eru tríggir vinmenn farnir at eldast. Árini merkjast og síggjast.

Minnið er enn hvast, og vitið sum nýbrýnt. Allir eru teir føddir um aldaskiftið ár 1900.

Hava kenst frá ungum árum. Teir hava verið uttanlands og nomið sær lærdóm, og uttanlands verða dreymar droymdir og ætlanir lagdar.

Stórir dreymar og gyltar ætlanir verða fyri stóran part framd í Føroyum.

Í landinum, teir vilja flyta framá. Í landinum, har tørvur er á teimum. Í landinum, har teir laða tíðarleysar varðar eftir seg.

Í 1977 verður forvitnisligur filmur gjørdur um hesar vinmenn.

Í filminum við heitinum “Tríggir varðar”, verða mætu rithøvundarnir William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú lýstir á ellisárum.

Fosturlandssynirnir úr Havn, av Viðareiði og úr Skálavík eru í 1920 árunum í Danmark og nema sær útbúgving.

Í Keypmannahavn ogna teir sær vitan og íblástur úr bókum.

Hjá teimum er eingin ivi. Teir vilja gera mun í heimlandinum. Teirra partur skal ikki liggja eftir.** Hugburðurin at vilja gera mun liggur djúpt í okkum.

Okkara sjófólk treiskast undir náttúrunnar baldrutu umstøðum og hava í fleiri ættarlið siglt vandasjógv.

Alla tíðina leitandi eftir fonginum, ið er grundarlagið undir okkara tilveru her á landi.

Heitar hendur, ið eru hornasteinurin í okkara vælferðarsamfelag, kýta seg hvønn dag, tá ið tær ótroyttiliga taka sær av børnum, sjúkum og gomlum. Øll tit arbeiða, tá ið onnur gevast og hava frí.

Allar tímarnar í samdøgrinum, alt árið runt, jólaaftan og í kvøld, eru tit í gongd.

* At vaksa upp í Føroyum gevur gott í beinið. Tað prógva vit ferð eftir ferð úti í heimi.

Vit fegnast um dirvi, dygd og dugnasemi, sum okkara arbeiðsmegi, fyritøkur, ítróttarfólk, listafólk og granskarar vísa í verki, tá ið tey bjóða seg fram millum tey bestu.

Undir framburðinum, sum kvinnur og menn hava skapt gjøgnum øldir, býr framskygni. Ein vilji at skapa eitt gott og trygt samfelag. Eitt heim til sín sjálvs og tey, sum aftaná koma.

Lívið í Føroyum er eitt úrslit av at vilja og at tora.

Tá ið fólk frá landnámstíð settu búgv her og til í dag, hava vit verið fyri avbjóðingum. Avbjóðingum, sum teir tríggir varðarnir so væl dugdu at seta orð á í sínum skaldskapi.

* Alt er kortini ikki ljósareytt her á landi.

Vit fáa framvegis ikki nóg nógv ung fólk heimaftur. Tað er okkara størsta avbjóðing. Føroyar vóru ikki mentar so nógv, sum tær eru, um ungir og útbúnir føroyingar ikki komu heimaftur og sóu møguleikarnar.

Hesi ungu høvdu eins og teir tríggir varðarnir ein alsk til heimlandið. Tey vildu geva landinum nakað aftur. Landið, ið hevði givið teimum so nógv. Tey vildu flyta landið fram á leið.

Okkara samfelag er sum øll onnur eitt úrslit av teimum varðum, undanfarin ættarlið laðaðu. Nú er tíðin tín.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Øll skulu við. Eisini tey, ið fingu gott í beinið í Føroyum, og sum nú eru útisetar. Vit vilja hava tykkum heimaftur.

Uttan ídnar og dugnaligar hendur var mangan soltið í Føroyum. Vit byggja land við bókligari vitan og øllum teimum, ið eru dugnalig til hendurnar. Vit hava tørv á bæði gløggum høvdum og hegnigum hondum.

* Hægri útbúgving er ein fyritreyt fyri búskapar- og fólkavøkstri.

Fróðskaparsetrið mennist støðugt. Fleiri útbúgvingar verða bodnar út, og umsóknirnar í ár eru metnógvar.

Eitt styrkt Fróðskaparsetur er eisini ein hornasteinur í okkara fólkavakstrarætlan.

Við hesi ætlan er sjøtul settur á at fáa fólkatalið aftur at vaksa.

Tað er umráðandi, at okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi, og í heyst fara uttanhýsis serfrøðingar at eftirmeta Fróðskaparsetrið.

Vit arbeiða støðugt við at knýta tættari bond millum vinnuna og útbúgvingar- og granskingarumhvørvið. Eitt risafet er tikið við at stovnseta granskaralundina INOVA. Eg fegnist hvørja ferð, tað eydnast at fáa føroyingar, sum av sonnum hava gjørt vart við seg uttanlands, í starv her heima. Tað er slíkum hugburði, okkum tørvar. Okkum tørvar fólk, sum vilja koma heimaftur at gera mun.

* Tað er tíverri eitt av lívsins grundkorum, at summi eru skerdari enn onnur. Summi eru fødd inn í truplari umstøður enn onnur.

Nøkur bera brek, sum kunnu tyngja gerandisdagin. Lívið er ikki líka lætt at liva hjá øllum. Og um vit hyggja at býtinum av mótgongd, sum hvørt menniskja fer ígjøgnum, kann lívið stundum tykjast órættvíst.

Hetta snýr seg um hugburð. Tað hevur størri týdning, hvussu eitt menniskja ber sína lagnu, enn hvør lagnan er.

Sum ein mamma tók til: Vit skulu ikki tosa um fólk við serligum tørvi, men um fólk við serligum avbjóðingum!

Tí skulu vit hava eitt rúmligt samfelag og ein arbeiðsmarknað, har fleiri fáa brúkt sínar førleikar og ment síni evni.

Lógarpakkin um arbeiðsfremjandi tiltøk er ein nýskipan, sum breiðkar vegin hjá fólki við skerdum førleika at koma á arbeiðsmarknaðin.

Tað harmar meg, at vit ofta hava ein negativan hugburð til ellisárini. Vit hoyra javnan, at sagt verður “eldrabyrðan”, og at samfelagið hoknar undir fíggjarbyrðini, nú fleiri gerast eldri.

Verður útsøgnin søgd nóg ofta, kann hon tykjast verulig. Tað ávirkar, hvussu vit uppliva tað at eldast, og sjálvsfatanin kann ávirkast skeiva vegin.

Okkara gomlu eru sum allir aðrir aldursbólkar eitt tilfeingi, sum vit skulu vera góð við og hava brúk fyri. Teirra vitan og royndir ríka yngru ættarliðini.

Tað er ein sannroynd, at vit liva longur, enn vit gjørdu áður. Hetta gevur okkum nýggjar møguleikar og krevur broytingar. Tey, sum hava møguleikan, skulu í framtíðini sjálv tryggja síni ellisár betur. Tað krevur, at vit tora at hyggja eftir haldgóðum loysnum, og at vit í felag finna tær.

Vit skulu spara saman til egna eftirløn. Uppsparingin í nýggju eftirlønarlógini er enn ein nýskipan. Tá ið eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2015, eru størstu og tyngstu tøkini tikin at tryggja góð ellisár.

* Tað gongur betur í Føroyum. Búskapurin stendur á tryggari grund. Greiðar ábendingar eru um, at vit í kjalarvørrinum á stóru alheimsbúskaparkreppuni, hava fingið fótafestið aftur. Vit eru á rættari kós.

Vit flyta okkum frá svartskygni til bjartskygni.

Arbeiðsloysið er lítið, og tað lækkar. Bruttotjóðarúrtøkan og arbeiðsfjøldin veksur. Fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum. Lønargjaldingar vaksa. Heimsbúskapurin og føroyski búskapurin verða í løtuni eisini stimbraðir av lágum rentum.

Útflutningurin er vaksin slaka hálva milliard. Íkastið frá okkara alivinnu, frá okkara uppsjóvarvinnu og frá okkara fjarfiskiflota hevur ongantíð verið størri.

Kortini eru fleiri avbjóðingar.

Vit eru í ferð við at fáa hallið á fíggjarlógini burtur.

Nýggj fiskivinnunýskipan skal eitt nú tryggja, at vit venda vánaligu gongdini hjá botnfiskaveiðuni undir Føroyum. Latið okkum síggja ljóst upp á framtíðina, tí sum Sálamon sigur: “brotið mót sýgur mergin úr beinunum, og tað má ikki henda”. Tað hendir ikki.

Øll vilja hava búskaparvøkstur og framburð.

Hvussu vit røkka tí, eru ymiskar meiningar um. Soleiðis eigur tað at vera. Tað er tí, vit hava politiskar flokkar. Tað er tí, vit hava fólkaræði. Tað er tí, vit hava eitt livandi orðaskifti.

Orðaskiftið um Skálafjarðartunnilin hevur stundum verið hart.

Tað er eisini neyðugt, tí talan er um størstu íløgu nakrantíð.

Við at hyggja í bakspeglið í hesum málinum, kundi okkurt verið gjørt øðrvísi. Sum landsins leiðari taki eg mín part av ábyrgdini á meg, og tað er eisini mín ábyrgd at tryggja, at ein politisk semja fæst millum samgongu og andstøðu í málinum.

Vit hava hesa seinastu tíðina víst, at vit sum tjóð eisini megna at standa saman. Lata okkum ikki vika, sjálvt um búskaparliga stórveldið ES trýstir okkum. Framferðin hjá ES er óvirðilig, ólóglig og órímilig, og tí eru vit farin altjóða rættarvegin.

Trætan um sild og makrel eigur at verða loyst við samráðingarborðið, sum tað sømir seg skilagóðum samráðingarpørtum. Samband er millum partarnar, og vónandi gongur ikki rúm tíð til vit finna eina semju.

--

Góðu føroyingar!

Eitt kvøld sum í kvøld hugsa vit, hvat vit fingu burturúr, og hvagar leiðin gongur.

Náddu vit tað, vit ætlaðu?

Avrikaðu vit nóg mikið?

Síggjast nakrir varðar á slóðini, har vit gingu?

Svarini eru helst ymisk – bæði persónliga og samfelagsliga.

Felags fyri bæði tað persónliga og samfelagsliga er, at okkum er loyvt at leggja ætlanir, hava okkara visjónir og seta út í kortið á okkara tíðarhavi.

Okkara land er eitt gott og trygt stað at búgva, og er tað eisini eitt land við ótaldum møguleikum. Hetta sóu teir tríggir varðarnir. William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú, sum á ellisárum kundu ganga í havnargøtum og staðfesta, at eisini teirra íkast gjørdi mun.

At tað er brúk fyri hvørjum einstøkum okkara.

Tí hóast svarini eru nógv og fjølbroytt, so eigur spurningurin altíð at vera: Hvussu kann eg gera mítt besta fyri mítt land?

2013 var árið, tá eitt hitt størsta andsmennið í okkara tíð, Nelson Mandela, slóknaði.

Hann hevur, um nakar, gingið á odda fyri at flyta sítt heimland framá.

Allur heimurin hevur samkenslu, og eisini vit kunnu læra av hesum slóðara, ið lærdi okkum so nógv um, hvussu eitt samfelag kann vera styrkt av fyrigeving. Styrkin og áhaldnið hjá Nelson Mandela verður ongantíð gloymd.

Góðu tit øll! Eitt kvøld sum í kvøld leita tankarnir víða. Onkur hugsar um skyldfólk og vinir í fjarskotnum londum. Onkur annar hugsar um fólk, tey mistu á lívsleiðini. Harrin styrki tykkum, ið sita eftir við sorg og sakni.

Gott nýggjár og takk fyri tað brátt farna! Guð signi mítt føðiland, Føroyar!