Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Nýggjársrøðan frá 2019

Løgmaður heldur nýggjársrøðuna beinleiðis í kvøld

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer løgmaður at flyta fram nýggjársrøðuna beinleiðis í kvøld. Vanliga verður hon sjónbandað nakrar dagar undan nýggjársaftan.

Løgmaður fer at halda røðu sína beinleiðis úr Tinganesi klokkan 19.15 í kvøld.

Her ber til at síggja, hoyra og lesa eldri nýggjársrøður hjá løgmanni.