Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður heimild at taka løggildingarnar aftur

Løgmaður hevði heimild at taka aftur løggildingarnar hjá grannskoðarunum. Føroya Rættur hevur dømt í sonevnda grannskoðaramálinum. Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at løgmaður hevði heimild til at taka aftur løggildingina frá grannskoðarunum.

- Grannskoðaramálið hevur bæði verið kostnaðarmikið og tyngjandi fyri almennu skipanina. Tí var tað týdningarmikið at taka neyðugu stigini fyri at endurreisa álitið á almennu fyrisitingina. Nú Føroya Rættur hevur sagt sín dóm, og staðfest avgerð løgmans um at taka aftur løggildingarnar, er hetta mál komið at enda, um so er, at grannskoðararnir ikki skjóta dómin inn fyri landsrættin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 

Grannskoðaramálið byrjaði á heysti í 2010, tá Løgtingsins umboðsmaður fanst hvassliga at fyrisitingini fyri av órøttum at løggilda fleiri grannskoðarar. Løgmaður tók alt fyri eitt stig til at venda hvørjum steini í málinum.

Tænastumannakanning varð sett í verk í móti aðalstjórunum í ávikavist Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum. Løgtingið tók stig til at kanna ábyrgdarhavandi landsstýrismenninar. Eisini varð gjørt av at taka aftur løggildingina hjá nevndu grannskoðarum, um teir ikki innan ávísa tíð høvdu lokið ásettu krøvini.

Aðalstjórarnir vórðu fríkendir, og advokatkanningin, sum løgtingið setti í verk, kom til ta niðurstøðu, at eitt ætlað revsimál í móti ábyrgdarhavandi landsstýrismonnum ikki bar á mál. Løgtingið gjørdi tí ikki meira við málið.

Seinasti lutur hevur verið dómurin viðvíkjandi avgerðini hjá løgmanni at taka aftur løggildingarnar hjá ávísum grannskoðarum. Dómurin í tí málinum varð sagdur fyri løtu síðan, og Føroya rættur gevur Løgmansskrivstovuni viðhald.