Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður heilsar U19 hondbóltsleikarunum

Sigurin hjá U19 hondbóltslandsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi er eitt ítróttarbragd av teimum heilt stóru. Tað sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.

U19 hondbóltslandsliðið vann EHF Championship kappingina, og spældi seg samstundis víðari til EM endaspælið í 2022.

- Eg ynski bæði leikarum og hondbóltssambandinum hjartaliga tillukku. At vinna EHF Championship er imponerandi. At teir so eisini spæla seg víðari til EM endaspælið er risastórt.

Hondbóltssambandið fór fyri fleiri árum síðan undir eitt langsiktað arbeiði at menna føroyskan hondbólt. Løgmaður heldur, at hetta úrslitið vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at seta sær høg mál, og at arbeiða miðvíst.

- Eg havi fylgt væl við hesum árganginum, og eg veit, hvussu framsøknir og dugnaligir teir eru. Tí eri eg ikki bilsin av, at teir klára seg framúr væl. Vit hava ongantíð fyrr sæð eitt føroyskt landslið til EM í hondbólti. Tað fara vit nú, og tað frøir eitt hondbóltshjarta, sigur løgmaður.