Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður heilsar Páli Joensen

Vegna landsstýrið takkar løgmaður Páli Joensen og Jón Bjarnasyni, venjara fyri teirra luttøku á OL 2012 í London.

Hetta er fyrstu ferð, at umboð fyri føroyskt ítróttarfelag hevur luttikið á OL. Við at vísa, at tað ber til at koma sær millum fremstu ítróttarfólkini í heiminum, er Pál góður kveikjari hjá føroyskum ítróttarfólki.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur: Vit hava við spenningi fylgt tær í hesum leikum. Vit eru stolt av tínum brøgdum og ikki minst tínum vilja at seta tær høg mál, hóast eydnan ikki var við tær í dag. Vit vilja framhaldandi stuðla tær í tíni stremban eftir at røkka nýggjum úrslitum.