Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður havt fund við verjuovastan og leiðaran fyri Arktisk Kommando

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevði seinnapartin í gjár fund við danska verjuovastan, Peter Bartram, og leiðaran fyri Arktisk Kommando, Stig Østergaard Nielsen, ið tekur við embætinum 31. oktober.

Verjuovastin og leiðarin fyri Arktisk Kommando kunnaðu løgmann um nýggju arktisku herdeildina og avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í sambandi við økta virksemið og øktu skipaferðsluna í arktiska økinum.

Færøernes Kommando og Grønlands Kommando verða lagdar saman í Arktis Kommando við høvuðssæti í Nuuk. Danska verjan kemur at hava eina lítla eind í Føroyum, Forbindelseselement Færøerne, ið húsast í sama bygningi sum MRCC Tórshavn.

Stovnanin av Arktis Kommando er ein liður í at styrkja virksemið hjá donsku verjuni í Arktisk. Danska verjan skal fremja stórar sparingar komandi árini, men virksemið í Arktis verður tó raðfest frammaliga.