
Løgmaður greitt sambandsveljarum í Eysturoy frá um Ríkisfelagsskapin
Tíðindaskriv frá Samhald, veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy:
Á eykaaðalfundi hjá Samhald, hóskvøldið 4. oktober 2012, staðfesti løgmaður og formaður Sambands-floksins, Kaj Leo Holm Johannesen, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta stevnuskrá og grundvøll Sambandsfloksins.
Tey úttalilsir um ríkjafelagsskap og einar sjálvstøðugar Føroyar, ið eru komin frá honum sum formanni, kunnu í ávísum førum misskiljast og eru í fleiri førum vorðin yvirtulkað. Broytingar og menning av Ríkisfelagsskapinum merkir ikki í hugaheimi løgmans, at vit skulu loysa - tað merkir, at vit muga taka ábyrgd og fyrireika okkum uppá framtíðina og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.
Víðari viðgerð av neyðugum broytingum og tillagingum í Ríkisfelagsskapinum skulu fyrst og fremst verða innanhýsis í Sambandsflokkinum, staðfesti løgmaður.
Eftir drúgt og konstruktiv orðaskifti varð fundurin samdur um, at neyðugt er allatíðina hjá Sambandsflokkinum at arbeiða fyri einum tíðarhóskandi Ríkisfelagskapi í samsvar við stevnuskrá og nýskipanaruppskot floksins.
Í nevndini sita nú:
Johan Petersen, formaður
Hans Kr. A. Abrahamsen, næstform.
Tummas Eli H. Joensen, skrivari
Hans Petur S. Djurhuus, nevndarl.
Jan Abrahamsen, nevndarlimur
Jarmund Kruse, nevndarlimur
Jógvan I. Olsen, nevndarlimur
Mikael Dalbø, nevndarlimur
Niklas Foldbo, nevndarlimur
Oddur Ejdesgaard, nevndarlimur
Olga Magnussen, nevndarlimur
Sámal P. Petersen, nevndarlimur
Sighvatur Sighvatsson, nevndarl.
Eiler Lamhauge, tiltakslimur
Ólavur Thomsen, tiltakslimur