Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður gliðin í hunanginum

Løgmaður var næstan bíbilskur í sínum sjáldsama orðavali, tá hann sum ein órakaður Móses av tingsins røðarapalli í farnu viku prædikaði um staðin, sum fleyt í hunangi. Staðurin var ikki lovaða landið, men Tórshavn, høvuðsstaðurin, har løgmaður býr og hevur sítt embæti, og har 41% av tí fólki, hann dagliga er stjórnarleiðari fyri, býr.

Sinti løgmaðurin var firtin um, at hann ikki fekk undirtøku fyri útjavning: Nú skuldu b-kommununar leskast av hunanginum, sum Havnin fleyt yvir av.

Hetta er ikki fyrstu ferð, løgmaður sigur sína hugsan um kommunala útjavning. Men hann ger sama mistak hvørja ferð, tí í hansara verð snýr útjavning seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið!

Tvs., at útjavning skal bert fremjast har, ið Havnin fær lutfalsliga meira skattakrónur burturúr ávísari vinnugrein, til dømis innan almenna fyrisiting – men útjavningin rennur ongantíð hinvegin, hóast Havnin í ólukkumát vantar inntøku frá øðrum vinnugreinum í mun til onnur øki í landinum. Og so skal Havnin revast fyri at hava eina framúr góða fíggjarstýring ár um ár!

Leggja vit allar lønargjaldingar innan alt alment virksemi saman, so er munurin millum økini í landinum sera lítil, tí allar hesar vinnugreinarnar standa fyri 43% av lønarsumminum í Suðurstreymoy. Øll hini økini liggja lægri – millum 33-38% - men munurin er nógv minni, enn nógvir politikkarar vilja geva fatan av. Til dømis stava 16% av inntøkunum í Suðurstreymoy frá heilsu og almannaverki, í Suðuroynni og í Norðoyggjum er samsvarandi talið 15 %, so her er at kalla eingin munur og tí einki at útjavna. 

Hyggja vit at tí stóru myndini, so er sostatt ikki so stórur munur á, hvussu samlaði almenni lønarsummurin verður býttur. Men samstundis verður mett, at umleið triðja hvør króna, sum vunnin verður í Havn, verður skattað aðrastaðni. Pendlingin til og úr Havn at arbeiða er sum kunnugt stór, og mongu bilarnir, sum koyra úr Havn seinnapartin, hava sum viðføri størstu útjavning, ið hugsast kann til gagns fyri aðrar kommunur. Tað merkir tí eisini, at samlaða myndin vendir fullkomiliga – og tað í so stóran mun, at ein útjavning hevði runnið til Havnar, og ikki øvugt, tí ein triðingur av skattakrónunum rennur longu úr býnum!

Útjavning má, fyri at hon skal virka javnt og rættvíst, umfata annað og meira enn skattakrónur frá almennum størvum. Tak eitt nú inntøkurnar av fiskivinnu. Í Norðoyggjum stavar fjórðingurin av lønarsumminum frá fólksins ogn – fiskinum! Skulu tær skattakrónurnar ikki eisini útjavnast? Tí í Suðurstreymoy koma bara 5% av lønarinntøkunum frá fiskiídnaði? Skal ikki ein útjavning vera rættvís og virka báðar vegir? Sær løgmaður ikki allan hunangin kring landið?

Løgmaður hevur perfekta amboðið til at fremja eina rættvísa útjavning. Í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap verður ikki bert staðfest, at alt fiskatilfeingið er fólksins ogn, men eisini, at tað er uppgáva myndugleikanna at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi – um alt landið! 

Men her kann skjótt staðfestast, at høvuðsstaðurin er fyri stórum vanbýti og fær í sera lítlan mun lut í hesum ríkidømi, sum løgmaður og politiska valdið annars javna út til ávísar partar av landinum.

Tá so høvuðsstaðurin ikki fær lut í tilfeingisbýtinum, men í framskygni leitar sær aðrar møguleikar innan farma- og ferðafólkavinnu, tá orkar løgmaður ikki at síggja vinnulívið í sínum egna býi blóma. Løgmaður vil nevnliga ikki, at virksemið hjá Tórshavnar havn skal vaksa, og harvið eru 700 arbeiðspláss og nógv avleitt vinnuvirksemi í høvuðsstaðnum álvarsliga hótt. 

Løgmaður avdúkaði henda dagin eisini, hvussu lítið hann fylgir við í tímunum, hóast at landsstýrið júst hevur gabbað um fyribilsskattatølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár, har tað sambært løgmanni eisini skuldi ganga so ómetaliga væl hjá Tórshavnar kommunu.

Víst er framgongd í Tórshavnar kommunu, tað fegnast vit um, men hevði løgmaður gjørt sær ómak, hevði hann sæð, at vøksturin í skattainntøkuni fyri Tórshavnar kommunu er 5,6%, meðan skattainntøkuvøksturin í t.d. Klaksvík var meira enn 14%! Í veruleikanum er vøksturin í Tórshavnar kommunu lægri enn landsmiðal. Hvar er tá hunangurin?

Nei, okkara løgmaður tosar heldur um at javna allar inntøkur úr Havnini, samstundis sum mann vil niðurleggja hundraðtals arbeiðspláss í høvuðsstaðnum.

Hetta er enn einaferð eitt framhald av herferðini hjá landsmyndugleikunum móti høvuðsstaðnum. Sig mær, eigur Havnin framvegis ongan vin á løgtingi?

Heðin Mortensen
borgarstjóri