Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður, gev eisini teimum lágløntu burtur av!

Vit hava eina stjórn við løgmanni á odda, sum ósmæðin borðreiðir við lønarhækkan, fastari eftirløn á 15 prosent og ministarabili, og hvat gott annars er í hasum jólapakkanum, sum landsins kosnu skulu pakka upp til sín sjálvs fyri jól.

Ja, jólini nærkast í hvørjum, og sig mær, hvør er farin at hugsa um jólagávur longu? Óivað mong, tí tað man vera torført at síggja fyri sær, hvussu pengarnir skulu røkka bæði til gávur og mat hesi jólini. Lønarhækkan tosar eingin um, tá talan er um kvinnustørv í Føroyum. Og enn minni tosar nakar um eftiløn til tey, sum arbeiða í typiskum kvinnustørvum, so sum námsfrøðingar, røktarstarvsfólk, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur.

Í staðin fyri at lata eina skattafría jólagávu hevur samgongan sagt nei til veruliga lønarhækkan til tey alment løntu – ja haldið mær til góðar – til tey alment løntu, sum hava søkt sítt starv hjá tí almenna, og sum dagliga stríðast fyri at veita eina góða tænastu – antin í kommununum ella hjá landinum – og sum alt ov sjáldan kunnu fáa eitt fulltíðarstarv. Tey mugu liva fyri ein brøkpart av einari vanligari, lágari almennari løn, og nei, hon er ikki skattafrí, tey lágløntu gjalda eisni 40 prosent í skatti, bæði av løn og eftirløn. Og um tey í løtuni ikki vinna sær eftirløn av allari lønini, vera tey á nýggjárinum at skula niður í løn fyri at vinna rætt til fulla eftirløn.

Um tey í dag als ikki vinna eftirløn, skulu tey hvørt ár tey komandi 15 árini niður í løn við einum prosenti. Tað er ein lønarminking áljóðandi 15 prosent komandi 15 árini. Og so løgið tað ljóðar, so er tað júst sama prosenttal, sum landsins fólkavaldu fáa í jólagávu frá okkum skattgjaldarum. Eina eftirløn áljóðandi 15 prosent uttan at fara niður í løn. Og tey skulu harafturat eisini upp í løn og hava frían bil.

Tey, sum sjálv hava søkt síni størv, skulu liva við einum reallønarniðurskurði á umleið 1,2 prosent um árið. Tað merkir, at lønin røkkur verri enn áður til at halda skyldurnar sum samfelagsborgari. Mjólkin kostar tað sama fyri ófaklærdu kvinnuna við 30 tíma starvi sum hjá politikaranum, tryggingin kostar tað sama hjá teimum báðum, dagstovnaplássini kosta tað sama hjá teimum báðum, kringvarpsgjaldið kostar tað sama, og ferðaseðilin kostar tað sama, um tað er við bygdaleiðum ella Atlantsflog – nei, nú mundi eg gloymt, at ferðaseðilin kostar einki hjá politikkaranum, tí hann hevur frían bil og ferðast sjálvandi frítt fleiri ferðir um árið. Tað ger ófaklærda kvinna neyvan.

Heldur ikki vælútbúna kvinnan ella maðurin, sum hevur nomið sær eina fýra ára langa bachelor of education í námsfrøði, hevur ráð at ferðast og fær ongan skattafrían ágóða. Er tað so, at tey dagliga starvast hjá landinum í skifitvaktum, so verður teirra eftirløn frá á nýggjárinum minkað við nærum einari helvt.

Hetta veldst um, hvussu stóran part av lønini tey í løtuni fáa eftirløn av. Fáa tey í løtuni bert eftirløn av helvtini, ja so er teirra eftirløn bert helvitna verd, og tískil mugu tey um nøkur ár niður í løn, líka til teirra eftirløn eisini hevur eitt virði á 15 prosent. Tað fáa tey ikki í jólagávu eins og løgmaður og øll hini fólkavaldu.

Lat meg gera tað púra greitt, harra løgmaður, tú segði, at tú hevur stóra virðing fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og at tú unnir øllum góða løn, góð arbeiðsviðurskifti, og at øll hava sama rætt til eftirløn. Men nær fert tú so at vísa okkum í verki, at tú meinar tað? Tað er ikki tað, sum í løtuni liggur í kortunum, tí við at seta ein lønarkarm á breddan, sum liggur langt undir prístalinum, og at krevja, at øll, sum frammanundan ikki hava 15 prosent í eftirløn, nú skulu niður í løn, tað smakkar okkum illa, serstakliga illa, tá tú í sama andadrátti kemur smílandi við einum ósmædnum uppskoti um at seta tína egnu løn upp og samstundis at tryggja tær eina hóskandi eftirløn við fullum virknaði frá 1.1.2014, tú, sum frammanundan hevur fingið fría tænastumannaeftirløn í fleiri ár, meðan hjálparfólkini í Pedagogfelagnum ikki hava rætt til eftirløn tað fyrsta árið, tey arbeiða og taka sær væl av okkara børnum og øðrum í samfelagnum, sum tørva eina góða tænastu.

Hendan samgongan hevur blakað burt alla skomm og hevur tikið pening frá meiniga fólkinum og koyrt í tykkara egnu lummar. Samgongan hevur brandskattað eftirlønina, sum er ein láturliga lítil uppsparing í dag hjá vanliga løntakaranum, tit hava brúkt hesar skattakrónur til at geva tykkum sjálvum skattalætta og halda síðani lønini niðri hjá arbeiðandi fólkinum, meðan tit lóggeva um tvungna eftirlønaruppsparing, sum eingin annar enn tit sjálv hava ráð til í løtuni.

Tá tað um tykkara sjálvsøkni ræður er einki mark. Men at seta mørk fyri, hvussu langt satira og journalistikkur skulu kunna fara, tað tykist vera umráðandi, hóast hesi eftir mínum tykki eiga at fara minst líka langt sum politiska ábyrgdarloysið.

Maud Wang Hansen

forkvinna í Føroya Pedagogfelag