Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arktiskur ráðharrafundur í 2011.

Løgmaður á ráðharrafund í Arktiska ráðnum

Løgmaður skal fríggjadagin og leygardagin á ráðharrafund í Arktiska ráðnum. Ráðharrafundurin verður hildin í Iqaluit, Nunavut, Kanada. 

- Flestu evnini, sum verða viðgjørd í Arktiska ráðnum, eru yvirtikin málsøki, og Føroyar eru við til at orða og menna avgerðir, sum verða tiknar, so at tær hóska til føroysk viðurskifti. Føroyar liggja við høvuðsdyrnar til Arktis, og hetta kann fáa stóran politiskan og búskaparligan týdning komandi árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Fundurin í Kanada er tann seinasti undir kanadiska formansskapinum og samstundis startskotið til amerikanska formansskapin komandi tvey árini. Tað verður John Kerry, amerikanskur uttanríkisráðharri, sum leggur amerikanska formanskapin fram.

Arktiska ráðið er einasta formliga millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Limalondini eru USA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Danmark/Grønland/Føroyar.

Mynd: Arktiskur ráðharrafundur í 2011.