Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður á ørvarenda

Tórbjørn Jacobsen

 Eftir at Pauli Ellefsen hevði flutt fram eina av sínum løgmansrøðum fyri á leið tríati árum síðani, helt Petur Reinert fyri undir tingviðgerðini, at tað var nú gott at hann við lok røðunnar bað Guð um at signa føðiland okkara, Føroyar. Ongantíð høvdu áneyðirnar fyri hesum verið størri enn tað sama, nú Sambandið huseraði úti á Tinganeshelluni saman við hinum borgarligu flokkunum. Sama er skilið á okkara døgum, ráðandi høgrarákið er tó uppaftur harðari. Chefpedellurin yvir donsku ognunum í Norðurhøvum, Kaj Leo Holm Johannesen, helt gamlaárskvøld eina røðu fyri sínum og teirra teknum. Ikki ein ørvur miðar til máls fram í hina ókendu framtíð, hon er bara afturlítandi, hon er fyri at siga tað við mildleika tóm, uttan visiónir, hugsjónir og hugskot. Løgmaður er onkursvegna komin á ørvarendan.

Hann hevur onga ætlan við Føroyum, bara við sær sjálvum. Eftir at Fólkaflokkurin og kaptialáhugamálini kring vinnumálaráðharran politiskt hava hertikið koloni´ina Føroyar, fungerar hann bara sum toruveit, fyri at røkka hægsta pensiónsancienniteti, fyri at tryggja sær sjálvum eina framtíð í landinum, goldna úr landskassanum. Føroya løgmaður eigur ikki at vera ein viljaleys marinoettdukka hjá duldum áhugamálum, og hylja kringumstøðurnar við tómum snakki. Hann er hægsti politiski útinnandi myndugleiki, og eigur tí at leggja fram ætlanir um, hvussu fólkið í landinum skal rokna við at lív og lagna tess verður nakað fram í tíð. Fólkið kjósar sær umboðsmenn til at stjórna sum frægast teirra vegna, og ikki til tað at vera stjórnaðir av seráhugamálum. Annars er fólkaræðið steindeytt.

Í royndini at maskera tómleikan hevur røðuskrivarin kjálkað Kaj Leo uppat einum nýggjum stíli, løgmaður er brádliga vorðin littererur, ein belisin harri, hóast ikki farrin sæst av hesum í gerandisdegnum í tí sum hann sigur, og serliga ikki av tí sum hann skrivar inni á kloyvdu vangamyndini á Facebook. Í sambandi við royndina at fáa fólk í útbúgvingarørindum heimaftur eftir loknan lestur dregur hann skaldsligu ikonini Matras, Heinesen og Brú fram á torg. Útgangsstøðið er kykmyndin “Tríggir varðar.” Rætt hevur hann, at hesir tríggir hava laðað tíðarleysar varðar eftir seg, stórar varðar, sum ikki smokka í mýrulendinum, men trupulleikin við døminum er, at tað gerst meginkjarnin í einum nyttuleysum afturlítandi universi hjá Kaj Leo sjálvum, og tí samgongu hann situr sum leiðtogi fyri.

Ongin ivast í týdninginum hjá mentamonnunum, men var tað ikki soleiðis, at Chr. Matras kom heimaftur á eldri árum, táið stórir hugsjónarmenn sum Jóannes Rasmussen og Hanus Debes landslækni o.o. høvdu skipað Fróðskaparsetrið, enntá við egnum fæi og kautiónum? Og mundi flogvitið William ikki fara í eina styttri handilslæru, tí hann hevði ein handil at koma heimaftur til? Tíbetur kom skálvíkingurin Hans Jacob í Stovuni heimaftur við búnaðarfrøðini í skjáttuni, annars er tað ikki víst, at stóri prosaisturin og málsnillingurin Heðin Brú hevði verið spurdur burturúr í so ríkiligt mát, sum føroyingar í allari framtíð kunnu fegnast um og súgva sær andaliga megi burturúr.

Rætt er tað, at teir komu heimaftur fyri at tjóðlaða, at byggja tjóðina. Á sama hátt sum gýðingarnir, ið vendu heimaftur úr øllum heimsins heraðshornum til Miðeysturs eftir seinru stríðsárini, fyri at byggja nýggja statin Ísrael. Tað eru offrini sum dugna, og bara offurviljin fyri eini felags søk flytur nakað sum helst fyri øll. Søgurnar um gýðversku kjarnorkualisfrøðingarnar í kibbutzunum, sum granskaðu um dagin og stóðu við blandimaskinurnar og blandaðu betong um næturnar, er eitt av dømunum um hendan stálviljan, frummegina, sum finst í menniskjanum, um bara ein meining og ein ætlan liggur á slóðini fyri framman. Tað ráddi um at byggja fólkinum og sær sjálvum eitt heim, sum bara teir og tey bóru kannuna av. Hóast til ber at ivast í mongum sum síðani er hent um hesar leiðir, í áhaldandi stríðnum millum ísraelar og grannar teirra, so fingu teir statin upp at standa og vóru viðurkendir sum ein sjálvstøðug rødd í heiminum. Teir hóttu við ikki at fara, tvørturímóti eru teir síðani komnir heimaftur í stórum tali, so stórum, at tað er óskiljandi at teir hava megnað at skipa stóru tilflytingina.

Meðan løgmaður serverar nakrar tómar setningar um tað at flyta heimaftur, ikki eitt framlítandi boð um hvussu vinnustruktururin skal skipast fyri at húsa hesum fólkum, so hoyrdu vit Eydnu Skaale í einum øðrum sambandi tosa um eina kanning, sum hon hevur avrikað í sambandi við egnan lestur. Spurdu føroyingarnir á flatlondum hótta við at rýma, ella við ikki at koma heimaftur, teir ætla sær ikki at standa við føroysku blandimaskinurnar fyri at byggja land. Eru teir fyltir av egindrátti? Eiga teir ikki í sær alskin til heimlandið? Er hetta bara eitt fokelað harkalið, sum ikki ætlar sær at virka fyri eini felags framtíð í oyggjunum hjá so nógvum føroyingum sum gjørligt?

Vit eru á rættari kós sigur løgmaður í sama andadrátti, men trupulleikin er bara, at ongin veit hvør hendan kósin er, og tað fáa vit heldur onga kunning um í hesum sjeyndaklassa frístílinum, hann borðreiddi við gamlaárskvøld. Lopini í fólkavøkstri koma ikki av sær sjálvum, tey hanga neyvt saman við hvussu vinnubygnaðurin verður lagdur. Hevur politiska skipanin, og eisini andstøðuflokkarnir, ikki eitt greitt boð um hesi viðurskifti, so skulu teir skjóta ein hvítan ørv eftir fólkavøkstrinum og royndini at fáa okkara unga fólk heimaftur at byggja land. Enn einaferð situr man eftir við tí fatan, at ætlanin bara er at tøma Oyrasundskollegiið inn á almennu fyrisitingarrøkurnar í høvuðsstaðnum, - og tað skjótari koppar samfelagsskútan við vissu av umsitingarligari yvirísing. Tað snarari mega vit fram á dekkið við skeribrennarunum fyri at kappa niður gálgar, mastrar o.a. sum umborð í Torkili Mána á Flamingjagrunni á sinni, táið teir fingu hann útaftur av grunninum skrædlaðan omandeks, eftir at hann hevði mist kjølfestuna, og tað var um reppið at hann fór runt.

Tað er sjálvandi ikki tí unga fólkinum nakað er galið við, hóast hendan skerda móðurlands hugburðin, sum Skaale hevur staðfest er eitt meginrák millum tey lesandi uttanlands. Trupulleikin er, at tað í løtuni ikki finst eitt føroyskt prosjekt. Yvirhøvur. Føroyskur politikkur í løtuni hevur onki endamál í sær sjálvum, uttan fyri tey sum enn sita í politisku embætunum á tingi og í landsstýri. Løgmansembætið er vorðið eitt tómt hylki, ein torveit, ein snarljósleiðari. Jørgen hevur verið, er og verður Gepetto, dukkuførarin, maðurin sum vindur løgmann um sínar fingrar, ímeðan Mr. Dahl tekur sær av restini. Ákoyringarnar ímóti teimum í seinastuni muna onki, als onki, alt fer bara at koyra sum business as usual, tí persónurin á løgmanstaburettini er somikið væl vardur í Stýriskipanarlógini, at fær hann eina dvørgaboppu at súgva úr, er hann fegin, og hinir báðir eru ikki enn lidnir við síni prosjekt, at reiða ból fyri serligu áhugamálunum, ið ætla sær fólksins ognir, sum tosað verður um í flógvum hitapottum og lokaðum mýkingarmiðstøðum.

Gepetto? “Brotið mót sýgur mergin úr beinunum, og tað má ikki henda.” Soleiðis tekur løgmaður Sálamon til sín í sambandi við eina nýggja fiskivinnuskipan, sum skal tryggja, at vit venda vánaligu gongdini hjá botnfiskaveiðuni undir Føroyum. Einaferð fingu Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eina undirskrift á pappírið frá Kaj Leo løgmanni vegna Sambandsflokkin. Fyri skjótt trimum árum síðani, um eina skilagóða og burðardygga føroyska fiskivinnu, men tann langtíðarsemjan helt ikki longri enn tað loysti seg fyri hann, undirskriftin hjá løgmanni var ikki verd tað sum blekkið kostaði. Nú ætlar hann at fáa andstøðuflokkarnar at taka undir við einum øðrum og nýggjari sáttmála, sum verður dikteraður samsvarandi framtíðar jalladømisskipan Fólkafloksins.

Táið marionettdukka Fólkafloksins so til endans fer at rósa Nelson Mandela sum størsta andsmenni í okkara tíð, tá hongur líkasum onki saman longur.

Føroyingar hava tørv á eini politiskari verkætlan. Hesin stjórnarleysi politikkurin í donsku koloni´ini kann ikki halda fram, og snýr seg bara um hvør ið fær sæta sær sjálvum umvegis hentu figurarnar, ið nú sita og verma setrini í landsins heimastýrisleiðslu. Eitt latent ábyrgdarloysi byggir onki land, heldur ikki danski posamaturin í blokkinum, men ivaleyst er tað, at í somu løtu sum vit fóru undir prosjektið “Hin føroyski staturin”, so snaraði hugburðurin hjá øllum, heimabúgvandi og útisetum tann rætta vegin, har øll stríddust fyri sama máli. At byggja tjóðina innanfyri ein kendan og skipaðan karm, sum flestu onnur hava valt at gera tað í hesum heimi, vit liva í. Rætt hevur løgmaður, vit hava tørv á bæði gløggum høvdum og hegnigum hondum, - kortini ikki til at røkja eitt smokkandi danskt hjáland, men ein stat, sum er karmurin úteftir og inneftir, og sum hevur tørv á øllum góðum kreftum á øllum mótum.

Einaferð verður politiska tíðarmálið hjá Kaj Leo fult, hóast røðan í ríkiligt mát prógvar, at hann fyri langt síðani er komin á ørvarenda, og meðan vit bíða eftir Prosjektinum Føroyar, mega vit bara taka undir við Peturi Reinert, sála, at ongantíð hava vit havt størri tørv á Guðs ríku signing enn higani og fram haðartil eitt politiskt systemskifti er í eygsjón og gerst veruleiki. Gott nýggjár.