Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður á fund við Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn

FUNDIR: Løgmaður skal hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran í dag
Á middegi verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.

Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur.

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

Løgmaður kemur aftur til Føroya í kvøld.