Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgmaður á fund við IOC um føroyskan limaskap

Fundur er avtalaður millum løgmaður og Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku nevndini, IOC. Fundurin verður tann 21.mai í Lausanne í Sveits. Løgmaður og forsetin í IOC skulu umrøða málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í IOC. Tað var í 1984, at Føroyar søktu um sjálvstøðugan limaskap. 

ÍSF var í heyst á fundi við embætisfólk í IOC. Á fundinum fingu føroysku umboðini at vita, at umsóknin frá 1984 ikki verður viðgjørd av IOC sambært gomlu reglunum. Løgmaður hevur tí biðið um fund við forsetan fyri at taka málið upp á hægsta stig.

- Ein olympiskur limaskapur hevði havt stóran týdning fyri føroyskan ítrótt. Men sum støðan er, eru útlitini fyri einum limaskapi trupul. Tí gleðir tað meg, at vit fáa høvi at leggja fram okkara søk fyri forsetanum í IOC. Føroyar luku treytir fyri limaskapi eftir táverandi reglugerðum, tá Føroyar lótu umsóknina inn á sinni. Eg ynski og vóni tí, at IOC er sinnað at taka umsóknina upp til eina realitetsviðgerð, sigur løgmaður.

Fundurin í mai verður fyrsti fundur millum ein føroyskan løgmann og ein IOC forseta.