Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lógin um meirvirðisgjald verður nú herd

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur í longri tíð havt ætlanir um at gera broytingar í løgtingslógini um meirvirðisgjald. Uppskot um broytta mvg-lóggávu er nú lagt fyri tingið sum mál nr. 184/2011.

Endamálið við broytingunum í mvg-lógini er at minka um eftirstøður og tap fyri landskassan av meirvirðisgjaldi, og at forða fyri at kappingin millum fyritøkur verður avlagað, samstundis sum rættarkenslan hjá borgarunum verður styrkt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt uppskot til broytta lóggávu til hoyringar.

http://www.logting.fo/files/casestate/12547/184.11%20U.t.ll.%20mvg%20-innkrevjing%20av%20mvg%20skuld.pdf