Løgfrøðiligt sirkus
Eitt uppskot um at prísjavna skattastigan, hevur fest í kjakið um tær yvirskipaðu lógirnar her á landi.
Í Føroyum hava vit nógvar lógir, men ikki allar hava líka stóra tyngd. Grundlógin stendur ovast uppi í tí ”løgfrøðiliga hyllasysteminum”. Tað er hon sum tryggjar okkum demokratiið. Undir Grundlógini er Heimastýrislógin, sum gevur løgtingi og landsstýri heimild at gera og umsita lógir. Síðani hava vit Stýrisskipanarlógina, sum skipar hetta valdið í smálutir, og undir henni eru vanligu løgtingslógirnar, sum løgtingið hevur samtykt og landsstýrið umsitur.
Hvørja ferð ein nýggj lóg verður gjørd, er umráðandi, at hon verður gjørd í samsvari við tær lógirnar, sum standa hægri uppi í ”systeminum”. Hon skal fylgja spælireglunum í Grundlógini, Heimastýrislógini og Stýrisskipanarlógini. Tí hevur skipanin verið, at Løgtingsskrivstovan hevur kannað uppskot, ið hava verið løgd fyri Løgtingið, og hevur boðað tinginum frá, um ósamsvar hevur verið í.
Løgtingsskrivstovan fekk munnkurv
Men fyri júst einum ári síðani (tann 14. mai 2011) samtykti ein meiriluti á løgtingi eitt uppskot frá Høgna Hoydal, Jenisi av Rana og Kára á Rógvi um at broyta tingskipanina viðvíkjandi burturvísing av málum. Nú skuldu tingmenn ikki longur fáa at vita frá Løgtingsskrivstovuni, um eitt uppskot samsvaraði við alla ta yvirskipaðu løgfrøðina. Grundlógin og Heimastýrislógin blivu tiknar burturúr. Tað vil siga, at um onkur nú leggur uppskot fyri løgtingið, sum ikki samsvarar við lógina, sum gevur løgtinginum heimild til at gera lógir, so sleppur fyrisitingin ikki at boða tinginum frá hesum. Tað skulu tingfólk sjálvi finna útav, og finna tey ikki útav tí, so er vandi fyri, at uppskotið verður samtykt við hesum ósamsvarinum í.
Meirilutin í løgtinginum samtykti við øðrum orðum, at tingið skal ikki fáa upplýsingar um alla ta yvirskipaðu løgfrøðina.
Klaga til landsstýrismálanevndina
Og nú eitt ár seinni hava andstøðulimir í fíggjarnevndini klagað ein landsstýrsmann fyri landsstýrismálanvendini, tí hann skal hava brotið Stýrisskipanarlógina. Tað er jú so umráðandi, at Stýrisskipanarlógin verður hildin, siga tey. Men hesi somu (ella í hvussu so er summi av teimum) halda ikki, at tað ger so nógv, um onkur onnur lóg, sum stendur uppaftur longri uppi í ”systeminum”, verður brotin. Tey hava beinleiðis samtykt, at halda dult fyri løgtinginum, um tingið er í ferð við at víkja frá lógini.
Í kæruni til landsstýrismálanevndina stendur: “Fyri at steðga hesi undirgravingini av fólkaræðinum, at tryggja, at landsins lógir verða hildnar og at føroyska Stjórnarskipanin ikki verður undirgrivin, verður henda kæra latin landsstýrismálanevndini.”
Misskiljing
At senda eina tílíka kæru til landsstýrismálanevndina er ein stór misskiljing. Einasta uppgávan, sum landsstýrismálanevndin hevur, er at taka støðu til, um landsstýrisfólk hava gjørt nakað, sum er beinleiðis ólógligt, og tað kann ongantíð vera ólógligt at leggja eitt uppskot fyri løgtingið. Tað er ikki har, trupulleikin liggur.
Sirkusið bleiv opnað
Eg gangi fult inn fyri, at lógaruppskot verða eftirkannað, soleiðis, at tey samsvara við tær yvirskipaðu lógirnar. Men tá flokkar loyva sær at lúka tær lógirnar burturúr, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hóva teimum, so dugi eg ikki at síggja, hví tey taka aðrar lógir so øðiliga tungt.
Er sirkusið opnað, ja so er sirkusið opið.
Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður