Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lógartænastan eftirkannaði 222 uppskot

Dan Klein --- 27.02.2018 - 09:05

EFTIRKANNING: Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 222 uppskot í løgtingsárinum 2016. Hetta er 31 uppskot fleiri enn í 2015.

Í løgtingsárinum 2016 eftirkannaði lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 222 uppskot frá øllum átta stjórnarráðunum og frá tveimum stovnum, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Hetta er 31 uppskot fleiri enn í 2015, men 7 færri enn í 2014, tá 229 uppskot vórðu eftirkannað. Nøgdin av uppskotum sigur tó ikki alt, tí uppskotini kunnu vera sera ymisk bæði í longd, torleika og margfeldið. Soleiðis var eisini í hesum tingárinum.
Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2016.

- Hetta er triðja ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin er í trimum pørtum. Ein partur er um hagtøl, sum vísa, hvussu nógv uppskot eru eftirkannað, frá hvørjum stjórnarráði ella stovni tey eru, og hvussu langa tíð eftirkanningin tók. Annar partur er um tøkniligu eftirkanningina og hvørjar trupulleikar hava verið, tá tøkniligu broytingarnar skulu góðkennast. Triði parturin er um løgfrøðiligu eftirkanningina, har nøkur ávís evni, sum lógartænastan viðgjørdi í løgtingsárinum 2016, eru lýst fyri seg.

Ársfrágreiðingin kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10603/a-rsfra-greiðing-løgtingsa-rið-2016-20-02-2018.pdf

Um eftirkanning 
At eftirkanna eitt lógaruppskot er seinasti liður í tilgongdini at gera eitt lógaruppskot.
Við eftirkanningini í lógatænastuni hjá Løgmansskrivstovuni verður serliga hugt eftir, um uppskot til løgtingslógir og annað, sum skal leggjast fyri tingið, lúka formligu krøvini til innihaldið í løgtingslógaruppskotum og ríkislógartilmælum, sum eru ásett í § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings og rundskrivinum frá 4. juni 2014 um lógarsmíð