Lógarbrot í Runavík
Perla: Hesi fólk hava keypt og bygt hús í góðari trúgv, sigur hans Tausen Olsen, býráðslimur. Oyggjatíðindi 8. okober 2004.
Hetta málið um stríðið hjá borgarunum í Runavík við Leitisveg og Rúnarveg, hevur elvt til villar diskutiónir í kommununi.
Ikki minst nú allir býráðslimirnir hava bjóða seg framaftur við borgarstjóranum á odda.
Sum víst á fyrr, so hevur Dimma havt úttalilsi frá fulltrúanum í Innlendismálaráðnum, Róki Tummasarson.
Hann staðfestir í samrøðuni, at Rúnavíkar kommuna ikki hevur handlað í tráð við ásetingina í lógini, tá ætlaðu broytingarnar í byggisamtyktini vóru lýstar fyri almenninginum.
Men sambært sama fulltrúa er hetta bara í lagi, tí Runavíkar kommuna plagar kortini ongantíð at kunna sínar borgarar í slíkum málum.
Soleiðis staðfestir evsti myndugleiki, at alt er í lagi, tá kommunalar beistagerðir skulu verjast.
Øll við bara eitt lítið sindur av rættarkenslu duga at síggja, at her ruggar als ikki rætt.
Innlendismálaráðið hevur eina býarskipanarnevnd, sum hevur gjørt tilmæli í málinum, men hetta er í veruleikanum hvørki eitt tilmæli, játtan ella nakað sum helst annað. Hetta sokallaða tilmæli nevnir bara mannagongdir, men staðfestir so eisini, at Runavíkar kommuna hevur ikki kunnað almenningin nøktandi!?
Longri niðri stendur, at nevndin ikki hevur viðgjørt sambindingina av veginum gjøgnum friðaða F1 økið!?
Og so stendur, at gongur ikki greitt fram hvat ætlanin er, verður kommunan biðin um nærri frágreiðing og møguliga verður farið á staðið. Haraftrat verða kærur og broytingaruppskot serskilt viðgjørt.
Hesin teksturin, sum Petur Nielsen, skrivari í býarskipanarnevndini í Innlendismálaráðnum hevur skrivað, kann ongantíð takast sum ein blancko- kekkur uppá, at Runavíkar kommuna kann seta seg uppá gravkúnnað og grøva seg veg í gjøgnum friðaða lendið.
Hetta mál vísir okkum, at borgarnir við Leitisveg og Runarveg eiga at fáa málið uppafturtikið, og tað ongantíð ov skjótt. Vit vóna at landsstýrismaðurin í Innlendismálaráðnum, sum sjálvur hevur verið borgarstjóri í næststørstu kommununi í Føroyum, tekur hetta mál fram aftur, so borgararnir í Runavík kunnu verða hoyrdir.
Sambært tí, sum hevur verið frammi í Dimmu um hetta mál, so umber fulltrúin í Innlendismálaráðnum, Rókur Tommasarson seg við, at hendan mannagongdin hevur verið brúkt av kommununi fyrr, so tað er í lagi.
Rókur Tummasarson sigur í brævi til borgarnar í Runavík, at tilfarið, sum liggur frammi á kommunuskrivstovuni í Runavík, eigur at vera fullgott, meðan tilráðingin sigur, at tilfarið er ikki fullgott.
Hvar er logikkurin?
Vit hava fingið fatur í Rók Tummasarson og spurt hann, um eitt slíkt grovt brot á lógina og væntandi kunning til borgarnar bara kann verjast við, at hetta hevur kommunan altíð gjørt?
- Tað veit eg ikki.
Kann eitt so grovt brot bara verjast við, at hetta er vanlig mannagongd hjá kommununi?
Eg veit ikki. Tað er so langt síðani. Eg minnist ikki.
Men býarskipanarnevndin hjá innlendismálaráðnum sigur í tilmælinum, at kunningin er ikki nøktandi. Hví hava tit so ikki talað at?
- Eg veit ikki, tað er so langt.....
Meira fingu vit ikki burturúr hesum annars bræneggjaða fulltrúa í Dimmalætting fyrr í ár.
Tá mintist hann jú alt, men tá fekk hann heldur ikki atfinnandi spurningar.
Vit hava eisini sett okkum í samband við Hans Tausen Olsen.
Hann var tann einasti býráðslimur í Runavík sum var í móti at vegur varð grøvaður í gjøgnum F1 økið.
Er talan í veruleikanum ikki um eitt grovt lógarbrot, Hans?
- Vit kunnu siga tað uppá tann mátan, at borgarnir vóru í góðari trúgv tá teir antin bygdu ella keyptu sær hús við blindum vegi, har øll kundu føla seg trygg?
Lógarbrot?
- Ja, tað segði tú.
Metir tú at eini hús við Leitis- og Runarveg eru líka nógv verd við gjøgnum koyring?
- Nei.
So hava hesir borgarar eisini rætt til endurgjald?
- Tað segði tú.
Sagt hevur verið, at ætlaði vegurin omanfyri býlingarnar kundi ikki gerast, tí hetta var í haganum hjá Toftamonnum, sum kravdu alt ov nógv fyri økið, at tað skuldi ikki loysa seg at gera vegin?
- Hatta er slutur. Í býarplaninum er vegurin gjørdur niðan í móti kommunumarkinum, og ikki innum kommunumarkið, so hesin pástandurin er milt sagt bæði skeivur og villleiðandi. Hesin vegurin kann gerast til eina og hvørja tíð, sigur Hans Tausen Olsen, býráðslimur í Runavík.
Hann er eisini av teirri fatan, at vegurin sum nú er grópaður í gjøgnum friðaða F1 økið, ongantíð aftur verður tiptur.
Hann nevnir eisini, at gamli býráðsformaðurin, Jákup Lamhauge, sum eisini var formaður í teknisku nevnd, helt fast uppá, at F! økið skuldi ikki rørast, men hetta hevur borgarstjórin, Rodmund Nielsen og hansara harkalið, floyta uppá.
Kári Lost hevur enntá reypa av hvussu nógva ferðslu vegur í gjøgnum økið kann slúka um tíman av ferðslu.
Býráðssamgongan í Runavík hevur leitt alla ta tungu ferðsluna í gjøgnum hetta økið, og hevur tikið náttúrligar ferðsluforðingar burtur og lagt smá, fittlig pottalog í staðin fyri.
Í meðan ganga barnafamiljurnar við Leitisveg og Runarveg og bíða eftir, nær vanlukkan hendir teimum ella teirra.
Hetta fara vit at hoyra meira um.