Lóg er lóg og lóg skal brótast
Perla: Óhugnaligur lesnaður. Oyggjatíðindi 10. juni 2004.
Mikudagin 27. oktober, avdúkaðu vit her á blaðnum, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevði brotið lógina, tá hann setti Steffen Stumann Hansen, fornfrøðing í Fornminnisnevndina. Í lógini fyri Fornminnisnevnd stendur: »Landsstýrið setur fornminnisnevndina við 3 limum, sum eru stjóri fyri Føroya Forngripasavni, ein løgfrøðingur og ein byggningskønur maður.
Landsstýrið velur formannin. Nevndin verður vald fyri 4 ár«. Soleiðis stendur í lógini. Her breyt Jógvan á Lakjuni lógina, tí hann setti frákoyrda stjóran á Fornminnissavninum í fornminnisnevndina og vísti annars til deildarstjóran, Jóannes Dalsgaard, ið aftur vísti til løgfrøðingin, Mariu Húsgarð, ið visti at siga, at stjórin hevði rætt til at útdelegera uppgávur, hóast tað ongastaðnar stendur í lógini.
Lógin er púra greið um, at umboðið fyri Fornminnissavnið skal vera stjórin.
Men stjórin er hvørki fornfrøðingur ella antikvarur. Landsstýrismaðurin breyt tí eisini lógina, tá hann setti Poul Henrik Poulsen í starv, sum stjóri á Fornminnissavninum. Talan er um brot á lóg nr. 32 frá 2. mai 1952, broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.
Har stendur í § 3. Til at standa fyri tí í § 2 nevnda starvi setur landsstýrið ein antikvar, sum í sínum dagliga starvi stendur beinleiðis undir landsstýrinum. Poul Henrik Poulsen er ikki antikvarur, og Steffen Stumann Hansen er ikki stjóri.
Í tveimum førum er lógin brotin!!! Sambært landsstýrismanninum er tað Jóannes Dalsgaard, ið hevur ábyrgdina fyri hvat hendir á savninum.
Fyrru ferð vísti hann til løgfrøðing, ið grundgav, at lógin kundi brótast, tí stjórin hevði rætt til at útdelegera starvið, men hetta stendur ongastaðnar, og er sostatt bara ein hent umbering. Hvussu væl tað ber til at útdelegera eitt antikvarstarv, kunnu vit so bara staðfesta. Í løgtinginum valdar tøgnin og heilaga pressan tigur.