Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loftið í Hvalbiartunlinum hækkað

FERSLUÁBÓT: Landsverk hevur í eina tíð arbeitt við at hækka um hæddina í Hvalbiartunlinum, so møguleiki er at koyra ígjøgnum við hægri akførum og størri bingjum. Hetta er eydnast so mikið væl, at frá at hava eina fríhædd upp á 3,0 metrar, er hæddin nú 3,5 metrar, har hon er lægst. Tað hevur bøtt munandi um flutningstørvin til og úr Hvalba.

Møguleikarnir fyri flutningi hjá vinnulívinum í Hvalba eru munandi batnaðir, eftir at tað er eydnast fólki hjá Landsverki at hækka fríhæddina í Hvalbiartunlinum við tilsamans hálvum metri.

Upprunaliga var hæddin umleið 3,0 metrar. Síðani eydnaðist tað at skróta so mikið nógv av gróti undan loftinum, at komið varð upp á 3,3 metra hædd. Eftir eitt skrótingarumfar afturat, er lægsti avstandurin millum vegbreytina og tunnilsloftið nú 3,5 metrar.

Landsverk fegnast um, at tað nú ber til at koma ígjøgnum við størri akførum og bingjum, sum vinnulívið í Hvalba hevur eftirlýst. Við einum serakfari, har til ber at lækka vognin, letur tað nú seg gera at koyra ígjøgnum við bingjum í tí vanligastu og mest nýttu støddini.

Tað hevur tilsamans kostað umleið tvær míó. krónur at hækka Hvalbiartunnilin.