Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LOA-grunnurin stuðlar nýggju fimleikahøllini í Runavík við 4 mió. kr.

Á fundi i dag tók stýrið fyri LOA-grunnin avgerð um at fylgja tilmælinum frá umsitingini í grunninum og játtaði 4 mió. kr. til verkætlanina “nýggj fimleikahøll í Runavík”.

Hendan upphæddin kemur aftrat tí upphædd, sum Runavíkar Kommuna longu hevur sett av til verkætlanina. Ein fortreyt fyri, at LOA-grunnurin stuðlar við hesi upphædd, er, at Runavikar Kommuna finnur aðrar 1,7 mió kr. til verkætlanina, sum eru neyðugar, um ætlaðu tillagingarnar skulu kunna gerast.

Broytingar í mun til vinnandi uppskotið

Síðani vinnandi uppskoti um at byggja fimleikarhøllina við Løkin varð funnið í februar í ár, hevur tætt samskifti verið millum Runavíkar Kommunu og LOA-grunnin við tí fyri eyga at betra uppskotið. Í samráð við LOA-grunnin eru ymiskar broytingar gjørdar í vinnandi uppskotinum. Hesar eru m.a.:

• Fimleikahøllin er breiðkað, soleiðis at betri pláss er til ymiskar venjingar og frítt virksemi og spæl á sunnaru síðu.

• Sambindingin millum fimleikahøllina og ítróttarhøllina er vorðin meiri opin til gagns fyri størri tiltøk, og til íblástur, eggjan og synergi millum ymiska virksemi í høllini og møguligar áskoðarar. Tað ber tó til at steingja av við dragihurðum.

• Balkongin omanfyri áskoðaraplássini í fimleikahøllini fevnir nú um alla norðursíðuna av fimleikahøllini.

• Vestari partur av balkongini er settur av til styrki og konditiónsvenjing fyri allar ítróttargreinar

• Eystari partur av balkongini er settur av til uppihald.

• Tøka plássið til vanligan fimleik er víðkað.

• Endaveggurin í verandi ítróttarhøll eystureftir verður tikin niður, so hondbóltsvøllurin gerst størri og kann lúka neyðugar treytir.

• Eitt útiøki við útgerð til virksemi, sum avspeglar virksemið innadura, verður gjørt.

• Um nýggja høllin verður bygd við studningi frá LOA, økist víddin á veghæddini við 217 m² og á fyrstu hædd við 112 m², í mun til vinnaraverkætlanina.

Samstarvið við LOA-grunnin

Tætt samskifti hevur verið millum kommununa og Lokale- og Anlægsfonden um verkætlanina, síðani Runavíkar Kommuna á sumri 2011 samtykti at byggja nýggja fimleikarhøll við Løkin í Runavík.

LOA-grunnurin gav tíðliga i tilgongdini áhugaðu byggisamtøkunum íblástur við einum uppleggi um nýggjari hallarbyggingar í Danmark. Og grunnurin ummælti eisini innkomnu uppskotini í kappingini um at byggja høllina í Runavík.

LOA-grunnurin hevur greiðar treytir fyri, nær og hvussu stuðul verður latin. M.a. skulu verkætlanir, sum fáa stuðul, vera slóðbrótandi byggilistarliga og funktionelt í mun til aðrar líknandi verkætlanir í danska kongaríkinum. Eisini verður dentur lagdur á, at verkætlanirnar koma sum flestum fólkum til góðar.

Runavikar Kommuna fegnast um, at LOA-grunnurin seinasta árið hevur valt at stuðla tveimum stórum verkætlanum í Runavík. Nýggja Skótahúsið við Løkin hevur fingið tilsøgn um 2 mió. kr í stuðli, og nú hevur nýggja fimleikahøllin við Løkin so fingið játtað 4 mió. kr. í stuðli.