Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ljós er fyri framman – til gleði fyri børn og ung í Havn!

Eg havi fyrr boða frá og geri tað framvegis, at eg vil ikki góðtaka, at frítíðarskúlarnir ella dagstovnaøki hjá Tórshavnar kommunu, skulu spara meira.

Hetta var eisini orsøkin til, at eg ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini við 1. viðgerð hjá Tórshavnar kommunu fyri 2012.

Eg skal boða frá, at eg standi fastur við avgerðina og verður ongin bati, tá ið fíggjarætlanin skal samtykkjast endaliga, fari eg heldur ikki at atkvøða fyri henni tá.

Eg vil ikki góðtaka, at ætlanin, enn einaferð er at spara á dagstovnaøkinum, har ætlanin er at spara 1,3 millión krónur í 2012.

Um hendan fíggjarætlanin endaliga verður samtykt, verður tað triðja árið á rað, at frítíðarskúlarnir skulu spara. Vit hava eisini eina orkusparing uppá 10% um árið, sum skal sparast hjá øllum dagstovnum í Tórshavnar kommunu.

Sjálvsagt skulu vit øll vera ansin fíggjarliga og vera við til at spara, um tað krevst, men her kunnu vit ikki spara meira.** Í 2009 var sparingin 1,5 millión og í fjør varð eisini spart 1,5 millión og nú er ætlanin at spara 700 krónur fyri hvørt barnið. Men nú tolir frítíðarskúlin ikki fleiri sparingar.

Sum støðan er nú, er Frítíðarskúlin blivin til ein “passivan” ansingarstovn hjá okkara børnum at vera í, ístaðin fyri at vera eitt upplivingar og menningarstað við pedagogiskari dygd til framan fyri trivnaðin hjá okkara børnum.

Vit kunnu, sum nú er ikki hava fulltíðarstørv innan frítíðarskúlarnar og harvið søkja námsfrøðingar ikki størv innan frítíðarskúlarnar. Harvið missa børnini tað pedagogiska innihaldi, sum jú skal menna tey.

Hesar sparingar gera støðuna uppaftur verri og næstan ómøguliga fyri trivnaðin hjá børnum, foreldrum og starvsfólkum. Starvsfólkið tolir ikki hesa óvissu – ár eftir ár. Somuleiðis verður dygdin av innihaldinum eisini har eftir.

Eg taki annars fult undir við fíggjarlógaruppskotinum, men sparingin á dagstovnaøkinum skal broytast, áðrenn eg góðtaki fíggjarlógaruppskoti fyri 2012 við 2 og 3 viðgerð í býráðnum.

Nú er tíbetur ljós fyri framman – innan ansingar øki.

Eg frøist um, at nú sær tað út til, at samgongan hjá Tórshavnar kommunu kortini ikki fer at fremja sparingar innan dagstovnaøki fyri 2012.

Hetta visti mín góði samgongulimur Jógvan Arge formaður i mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu at siga í gjár í lesarabrævi við vágaportalin.

Har hann váttaði fyri forkvinnuni hjá Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, at ongar sparingar vera framdar innan dagstovnaøki í 2012. Hetta eri eg nú sera fegin um. Lat okkum nú vóna at so verður.

Hinvegin er nógv at fegnast um, innan barna og ungdómsøkini hjá Tórshavnar kommunu. Hesi seinastu 3 árini hava vit í samgonguni, opnað ungdómshús í Nólsoy, Hoyvík og á nýggja telducafé útí á Norðasta Hornið.

Ì løtuni verður projektering gjørd við innrættan av loftinum í ítróttarhøllini í Kollafirði, sum skal brukast til bygdarfólkið, KÍF og til ungdómshús.

Somuleiðis eru ætlanir, at opnað ungdómshús á Argjum í 2012.

Mín fakliga meining er eisini at, vit skulu hava tilboð til børn og ung frá 3 til 5 flokki eftir skúlatíð. Somuleiðis skulu frítíðarskúlarnar hava meira opið. Men her skal sjálvsagt fígging fylgja við.

Tá í tíðirnar eru ringar, er tað neyðugt at styrkja um kvalitetin hjá okkara framtíð - og tað er jú børnini og tey ungu.

Men, nú sær tíbetur ljósari út – til gleði fyri okkara børnum og ungdómi hjá Tórshavnar kommunu.

Levi Mørk, býráðslimur