Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ljóðkanning í Kollafirði

Umhvørvisstovan og Tórshavnar havn hava í felag skipað fyri at gera ljóðkanningar í Kollafirði frá 2. august til 2. oktobur í 2018. Steingrund Akustik hevur staðið fyri arbeiðinum.

Til kanningina av ljóðstøðinum á Signabø og á Langasandi í Kollafirði vóru 4 mátistøðir settar upp í býlingum, umframt tvær mátistøðir á havnarløgunum, til at máta frá 2. august til og við 2. oktobur 2017. 

Ljóðmátararnir gjørdu samanhangandi mátingar í øllum mátitíðarskeiðinum. Umframt sjálvvirkandi mátingar, eru eisini mannaðar mátingar gjørdar, tá ymisk skip hava ligið við bryggju. Út frá hesum mátingum eru simuleringar gjørdar av ljóðspjaðing frá havnarløgunum. 

Kanningin vísir, at ljóðsstøðið - alt eftir umstøðunum og uppgivið sum LAeq - í miðal liggur millum 43 dB(A) og 53 dB(A) á Signabø og millum 60 og 69 dB(A) á Langasandi. 

Týðiligt samband er millum ljóðstøðið á Langasandi og ferðsluna á landsvegnum. Nakað av sambandi er millum ljóðstøðið á Signabø og ferðsluna á landsvegnum. 

Ljóðstøðið á Signabø liggur umleið ella beint undir tilmælunum frá WHO fyri ljóð frá ferðslu, meðan ljóðstøðið á Langasandi liggur væl oman fyri somu tilmælini hjá WHO.

Frekvensanalysur vísa, at lágfrekvent ljóð er uppi í motorljóði frá skipum. Kanningarnar vísa eisini, at lágir frekvensir kunnu samvirka og at lágfrekvent ljóð kann vera ein trupulleiki í timburhúsum á Signabø.

Ein longri samandráttur av kanningini sæst her.

Øll frágreiðingin sæst her.