Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ljóðbókalistin 2012 er komin

Við jøvnum millumbilum gevur Býarbókasavnið í Havn út ljóðbókalista, og nú er 2012-útgávan komin. Ljóðbøkur eru bøkur, sum eru lisnar inn á band, fløgu ella mp3. Tær geva møguleika at lesa bókmentir, hóast umstøður ella stundir ikki eru at seta seg niður við eini vanligari bók. Allir lánarar kunnu læna ljóðbøkur.

Ljóðbókalistin er ein lítil bók við yvirliti yvir allar tær ljóðbøkur, sum Býarbókasavnið eigur í løtuni, men hvønn mánað koma fleiri titlar afturat.

Listin er ókeypis og fæst á Býarbókasavninum í Havn.

Eisini er hann teldutøkur á www.bbs.fo