Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Livandi heildarætlan á Bryggjubakka

Tórshavnar býráð samtykti í kvøld einmælt eftir tilmælið frá byggideildini og samtyktini hjá fíggjarnevndini og byggi og býarskiparnardeildini, at gera stórar broytingar í byggisamtyktini fyri øki niðri á Bryggjubakka t.e frá Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Har skulu nú vera íbúðir, kaféir, matstova og handilsvirksemi. Vit hava saknað hetta leingið, tí er at fegnast um at nú er komið á mál við at fáa meira lív aftur í býin.

Hetta øki er longu nú ein perla og við hesari samtykt eru vit á rættari kós fyri ein mennandi og skapandi bý.

Kommunan hevur annars fleiri góð uppskot líggjandi og hetta er harðliga tiltrongt og fer avgjørt at kasta nógv skapandi og livandi virksemi av sær.

Her er ein lýsing av málinum:

“Uppskot til broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn og heildarætlan fyri økið frá Vágsbotni til Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Í sambandi við viðgerð av málið um leigusáttmálar til neystini úti á Bakka (j.nr. 2010-2041), hevur Fíggjarnevndin á fundi 16. februar og 26. apríl 2012 samtykt at heita á byggi- og býarskipanarnevndina um at gera eina heildarætlan fyri økið frá Vágsbotni til Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot til heildarætlan fyri økið við Vágsbotn og undir Bryggjubakka, sum inniheldur broytingar av serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn og eitt uppskot til skipan av økinum frá Vágsbotni til Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Ein "plansja" av heildarætlanini verður framløgd á fundinum.

Broytingar av serstøku byggisamtykt nr. 4:

Økið undir Bryggjubakka eitir D1 í serstøku byggisamtyktini fyri Tinganes og Reyn.** Fyri at skapa eina størri heild í økinum við útvendum virksemi allan vegin fram við bryggjuni verður skotið upp, at seta eina nýggja áseting í gr. 2 Nýtsla økisins, við kravið um at niðasta hædd skal nýtast til útvent virksemið.

Hetta merkir ikki at teir bygningar sum í løtuni hava skrivstovur ella annað í niðastu hædd, skulu broyta virksemið. Men um eitt nýtt leigumál kemur inn í bygningin á niðastu hædd, skal hetta hava útvent virksemi.

2. gr. Nýtsla økisins

Eindirnar D: Vinnulívsendamál

a. Eindirnar D1 og D2 skulu við teimum undantøkum, ið niðanfyri eru nevnd, einans verða nýttar til vinnulívsendamál og bygging skal vera kannað skrivstovu-, umsitingar-, og handilsvirksemi, serstakliga tílíkum, ið hevur við havnina og fiskivinnu at gera. Eisini kann býráðið loyva byggingin verður nýtt til goymslur og pakkhús. Uttandura goymslur kunnu bert verða gjørdar við serloyvi frá býráðnum.

b. Í ovastu húsahædd er loyvt at innrætta íbúðir.

c. Á ognunum kann ikki verða framt nakað slag av virki, sum við roki,royki, deymi, gangi ella ristingum ella sum við útsjónd síni, ella á annan hátt eftir meting býráðsins kann vera teimum, sum uttanum búgva, til ampa.

d. Í D1 økinum skal niðasta hædd í bygningunum hava útvent virksemi, t.d. kafé, matstova, handil v.m.

Økið úti á Bakka, har neystini liggja, er í serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn C4 øki ætlað til Almenn endamál og bústaðarendamál.

Fyri at menna ferðafólka- og býarlívið verður skotið upp at broyta byggisamtyktina við at leggja økið úti á Bakka sum eitt neystaøki við ásetingum um nýtslu av neystunum til frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum hevur við sjógvin at gera, t.d. kappróður og kajakk, og til onnur ting sum kunnu menna ferðafólka- og býarlívið her, t.d. felagsskapir av ymiskum slag.

Uppskot til nýggjan umráðispart F-neystaøki.

2. gr. Nýtsla økisins

Eindirnar F:

a. Eindin F skal nýtast til neyst til frítíðar- og ítróttarvirksemi ið hevur við sjógvin at gera

Tilmæli:

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla nevndini til at taka undir við heildarætlanini og broytingini í byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn.

Byggi- og býarskipanarnevndin 11. juni 2012: Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum.

Annars kann eg upplýsa at byggi og býarskipanarnevndin skal í framtíðini viðgera fleiri onnur spennandi mál.

Vit skulu hava eina serstaka byggisamtykt fyri eitt nú eldri og siðsøgulig sethús niðri í miðbýnum, eina miðbýarætlan, broyting av byggisamtykt fyri D1 økir. Hetta tekur tíð, men her skal handlast.

 Vh.

 Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndini