Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lív í Baianstovu: “Tá ið Onki Myrkir Fyri” – tað ger tað ikki!

Tá eg hoyrdi um fløguna, var tað eitt ella annað, sum segði mær, at eg vildi fáa hendur á henni, tí ivaleyst mátti hon vera serlig.

Tað vísti seg, at Lív er júst komin at búgva í gøtuni hjá okkum, so eg skunda mær at senda abbadóttrina eftir útgávuni og eg eri ikki skuffaður!

Eg visti, at hon er sprottin úr tónleikaríkum umstøðum, so har mátti vera nakað, sum kundi fanga oyrað.

Sum eg havi nevnt, hevur henda samanrenningin millum tað dagliga – tær umstøður vit eru farin ígjøgnum – og tey gávaðu evnini til at skapa og seta orð á, altíð havt mín serliga áhuga.

Eg føli, tá eg siti og lurti, at Lív onkursvegna vil siga okkum, at hon hevur lagt fortíðina frá sær, fyri at koma víðari á leiðini.

Tekstirnir eru rámandi og væl skrivaðir, sum so eisini gevur útgávuni ein dám av uppgerð, ið fær meg at føla eina ávísa kenslu av líðing, men so sanniliga eisini ein vilja til tað positiva.

Øll løgini hava sín serliga dám, men eg eri ikki sørt bergtikin av teimum ensku løgunum, sum eg haldi onkursvegna kennast frí og eksperimenterandi.

Skal eg taka eitt av teimum føroysku, er lagið “Eydna” ein byrjan við einum ávísum stíli við hjá Eivør, sum so glíðir yvir hennara serstaka stíl.

Taka vit so til dømis “Mín Veninda,” eru vit í einum eldri 60´ara ella 70´ara stíli, ið ikki sørt minnir okkum um Anniku Hoydal.

Sum eg byrjaði við at siga, eru tónleikaligu evnini borin henni, tí hon spælir flestu ljóðførini sjálv, sum hon kemur sera væl frá.

Á eyka lagnum: “Á Kongabrúnni” eru onnur ljóðfør, men á flestu av hinum løgunum leikar hon á guitar og munnhørpu.

Onkur vil kanska siga, at allir tónarnir ikki verða raktir heilt, men eg vil siga, at hetta er útgávan hjá Lív, ið er væl og hegnisliga løg úr hondum.

• Upptøkur, ljóðbland & mastering: Smart Recordings v/Búgva Hanusarson

• Cover-layout: Tone Production** • Arrangerað & samansett: Lív í Baianstovu

• Orð og løg: Lív í Baianstovu

Avgjørt ein væl gjøgnumførd útgáva, sum skal fáa 8 av 10 stjørnum frá mær.

Fríðálvur Jensen