Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lív aftur í Havnina

Einki er so keðiligt, sum fólkatómar gøtur. Føroyar hava brúk fyri, at Havnin av røttum kann kalla seg ein lívligan bý, sum dregur fólk at sær alla staðni frá. Tí mugu umstøður skapast fyri virksemi, ið skapar meira lív og ferðslu í býnum. Tað skal Býráðið vera við til at syrgja fyri.

"Havnin er ein lítil bygd", syngur Teitur. Tíverri er Havnin ein alt ov friðalig sovibygd. Ein avgerð um framtíðina fyri miðbýin í Havn má takast nú. Og hon skal vera røtt. Framtíðin má ikki byggjast á tilvild. Býráðið hevur fingið íblástur frá ymiskum spennandi verkætlanum, fólk hava lagt fram. Vit eiga eisini at læra av altjóða kanningum, sum vísa, hvørjar grundarleggjandi fyritreytir eru fyri trivnaði og lívi í býum.

Fyritreytir fyri at skapa lív

Grannaløg, har fólk trívast, hava nøkur felags eyðkenni kring allan heim. T.d. hava grannaløgini eitt miðsavningarstað ikki longri burtur, enn til ber hjá fólki skjótt at ganga til tað. Grannaløgini rúmast gamalt og nýtt hvørt um annað t.d. við bæði sethúsum, raðhúsum og íbúðarhúsum, har fólk í øllum aldri búgva. Har eru smærri arbeiðspláss, so sum skrivstovur, smáir verkstaðir, gallaríir, caféir og handlar, sum kunnu nøkta tørvin hjá vanligum húsarhaldum fyri dagligvørum og vanligum tænastum. Ein fólkaskúli liggur so nær, at børnini kunnu ganga í skúla, heldur enn at verða koyrd í bili ella bussi. Smá spælipláss ella øki við møguleika hjá børnum at spæla eru innanfyri hundrað metrar frá bústaði teirra.

Ymisk grannaløg er bundin saman av samanhangandi vega- og gongugøtunetverkum, sum spjaða ferðsluna – ofta lutvíst smalir vegir við røðum av plantaðum trøum, so bilarnir seta ferðina niður og eitt umhvørvi verður skapt, hóskandi fyri fólk til gongu og á súkklu, meðan tungur ídnaður og høvuðsferðsluæðrir liggja uttan fyri miðstaðar- og bústaðarøki.

Bygningar á høvuðsgøtum ella torgum eru bygdir heilt út til gongubreytirnar við vegkantin, so eitt greidliga avmarkað uttandura býarrúm verður skapt. Parkering og garasjuhurðar eru aftanfyri bygningar og atkomilig gjøgnum trengri gøtur ella skot. Serliga merkisverd, tignarlig støð á miðsavningarstøðum ella torgum eru ofta almennir stovnar, mentanarhús ella samkomuhús, har fundir, møti, undirvísing ella annað alment virksemi kann fara fram.

Savna meira virksemi í miðbýnum

Hesi atlit eru tíverri ikki altíð tikin, tá býarætlanir hava verið lagdar fyri Havnina. Úrslitið er, at sjálvt høvuðsgøtur liggja fólkatómar í flestum grannaløgum. Men við smærri broytingum hevði borið til at skapt gróðrarbotn fyri einum meira livandi umhvørvi – fyrst og fremst í miðbýnum. Havnin hevur brúk fyri góðum kørmum, ið kunnu økja vinnuliga, handilsliga og mentanarliga virksemið. Hetta virksemi eigur, sum tað sømir seg einum røttum býi, at verða savnað mest møguligt í miðbýnum.

Partar av ferðslutunga miðbýarøkinum, t.d. Steinatún, kunnu gerast meira miðbýarkend við nýggjum, hægri bygningum, meðan eldri býarpartar eiga at varðveitast í gomlum líki, tó so, at bygningar kunnu brúkast til nýggj endamál. T.d. ber hugnaliga havnaumhvørvið í Vágsbotni/Skálatrøð/Bacalao ómetaliga spennandi møguleikar í sær. Vit kunnu gleðast um, at í Havnini hava vit enn varðveitt ávíst siðbundið virksemið í havnalagnum, sum er heilt grundleggjandi fyri føroyska mentan – t.d. á Skipasmiðjuni og Bacalao. Høvuðstaðurin skal framhaldandi rúma hesum virksemi.

Men samstundis kann gamla, hugnaliga umhvørvið eisini geva rúm fyri øðrum nýskapandi virksemi. Vit síggja tíbetur longu, hvussu gomul pakkhús eru við at umskapast til støð við vinnuligum og mentanarligum virksemi, sum savnar fólk og skapar lív. Vit kunnu gleðast um, at Vágsbotn út ímóti Tinganesi er við at menna seg til eina fólkaríka "Nyhavn". Har er fjálgt og veðurgott, og fólki dámar at búleikast har. Men væl meira kann gerast enn hetta.

Draga virðisskapandi fólk til Havnar

Góðar umstøður fyri fjølbroyttum virksemi innan ymiskar vinnur, vísind og list, sum hevur allan heimin sum marknað, er júst tað, sum ger býir úti í heimi til orkumiðdeplar av kreativiteti, innovatión og framleiðsluhuga, sum draga fleiri fólk, vitan og pengar til sín. Tí skal rúm gerast fyri slíkum virksemi í Havn.

Í økinum Vágsbotn/Skálatrøð/Bacalao kann pláss m.a. gerast fyri einum nýggjum vøkrum Tjóðarpalli, sum føroyingar kunnu vera ernir av, meðan eldri bygningar í enn størri mun kunnu brúkast t.d. til 'granskarapark', ráðstevnuhøli, konserthøli, dansistøð, gallaríir, caféir og kreativir verkstaðir, har íverksetarar, vinnulívsfólk, vísindafólk, listafólk, designarar, lýsingarfólk og onnur kunnu arbeiða, so Havnin gerst aktivur partur av nýggja altjóðagjørda vitanarsamfelagnum, ið dregur føroyskar útisetar, granskarar, lesandi, fakfólk og vitjandi annars til landi. Tað er júst slíkt fjølbroytt virksemi, sum kann gera bý okkara spennandi.

Ein tann mest týðandi orsøkin til, at miðbýurin er so fólkatómur, er, at so nógvir bygningar í miðbýnum bara rúma almennum skrivstovum. Heldur skuldu fleiri fólk búð har. Ein byggisamtykt kann t.d. áleggja, at bygningar skulu brúkast til bústaðarendamál, og at niðastu hæddirnar, sum liggja út til gøturnar, skulu brúkast til almenngagnlig endamál – so sum handilshøli, høli til ymiskar tænastuveitingar, caféir o.a.

Umstøður mugu skapast, sum fáa ung fólk, barnafamiljur og kreativ, uppfinnsom fólk til at ynskja at búgva og arbeiða í Havn. Hugnalig miðbýarkend, bústaðarumhvørvi, sum liggja tætt at spennandi arbeiðsplássum, kundu drigið virðisskapandi fólk til landið, og fingið tey, sum eru her, til at støðast og ikki rýma úr Føroyum. Økt virksemi hevði eisini drigið fleiri vitjandi uttanífrá, sum keypa í handlunum og brúka tænasturnar í býnum og harvið leggja pengar eftir seg.

Býráðið kann gera nakað

Samanumtikið eru sostatt fleiri atlit at taka fyri at skapa meira býarlív – nevniliga at skapa góðar umstøður fyri vinnu, mentan, havnaborgarar og vitjandi, har øll fáa sítt. Tekur ein mest møguligt atlit til allar partar, gerast allir partar vinnarar. Royndir aðrastaðni vísa, at tað ber til at tryggja vøkstur og trivnað fyri øll. Her er tað, at arkitekturur og býarskipan spæla ein avgerandi leiklut.

Nú má okkurt henda á hesum øki í Havn. Býráðið má taka seg um reiggj og vísa, hvussu væl tað dugir at fáa hesi atlit til at ganga upp í eina hægri eind, so alt stuðlar uppundir hvørt annað. Hetta fari eg at arbeiða fyri, verið eg valdur eitt býráðsskeið aftrat.

Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndini

hjá Tórshavnar kommunu