
Lítla Dímun
Inngangur í Roynhøllini í Hvalba 23. november 2016 í sambandi við, at bókin: Lítla Dímun var framløgd.
Johs. Andr. Næs:
Eg vil bera eina hjartans tøkk til øll tey fólk, sum á ymsan hátt hava verið míni heimildar fólk fyri at hetta gjørdist ein bók um Lítlu Dímun.
Hetta hevur verið á ymsan hátt:
- Við samtalum, við greinum úr bløðum, við frágreiðingum, við svarum upp á
spurningar mínar.
- Eg havi alt mítt lív klipt úr bløðum, skrivað upp úr bløðum og bókum og koyrt í eina
heingimappu.
- Nógvir oyggjamenn hava verið at spyrja:
- Gamlir oyggjamenn,
- Formenn í Oynni
- Brøður og skyldmenn mínir og pápi mín hevur verið lagaligt at spyrja
- Og so havi eg lisið gomul skjøl um Oynna.
Í ungdómsárunum var eg nógv úti í Oynni,
- rak báði vár og heyst
- á sumri og setti stik upp
- eg var fleiri ferðir og fleygaði í Oynni
- fyrst sum eksmaður og lærdi at fleyga,
- seinni sum maður saman við kendum oyggjarmonnum, sum t.d. abba mínum, Jóan Paula á
Hamri, Niels í Stórstovu, Jákupi hjá Sáru og fleiri,
- teir søgdu frá ymsum áhugaverdum.
Og so var tað Lávus í Køkini f. 1851.
Hann hevði verið við sum 17 ára gamal í 1868 at avtaka tað gamla svarta lítla seyðaslagið, sum hevði gingið í Oynni síðan enskir munkar búsettist í Føroyum áðrenn ár 900.
Lávus segði frá:
- teir vóru fýra dagar í Oynni
- fyrst 2 dagar og róku
- 3.dagin við hundum
- 4.dagin við hundum og byrsum.
Tað var, meðan eg gekk á Læraraskúlanum í 1939 í jólafrítíðini, at eg fór at hitta Lávus, sum tá var gamal maður.
Orsøkin var, at tann sum tá var leiðari í K.F.U.M. arbeiðinum í Havn – danskarin C. Christensen – bjóðaði okkum læraraskúlanæmingum ofta leygarkvøld oman í K.F.U.M., sum tá var í Losjubygninginum á Tinghúsvegnum til hugnaligt undirhald.
Einaferð gav hann okkum ta uppgávu, at vit skuldu halda ein fyrilestur um ella úr okkara heimbygd – hvør av okkum.
Vit vóru 14 næmingar úr 12 bygdum.
Eg valdi Lítlu Dímun og tí fór eg til Lávus í jólafrítíðini í 1939.
Tað handritið havi eg goymt til nú fyri einum 2 árum, tá ið eg fór at savna alt tilfarið til bókina um Lítlu Dímun.
Nakað av tí stendur eisini í bókini.
Eg vil bera Zakariasi Wang og forlagnum Stiðjanum góða takk fyri, at Zakarias bjóðaði sær til at geva bókina út.
Og so vil eg handa formanninum í Oyggjanevndini, Róini Schrøter, tvey eintøk av bókini – annað til húsið á Hellurókini og annað til húsið á Álkufløttum.