Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lítla ávirkan á líkheitina at lækka marginalskattin

Um hægsti danski marginalskatturin á arbeiði varð lækkaður úr verandi 56 % til 42% hevði hetta havt lítla ávirkan á líkheitina í danska samfelagnum. Hetta vísir ein nýggj CEPOS-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.

Danmark hevði tá farið frá at verið 3. mest javna landið í OECD til at verið 5. mest javna landið, á hædd við Svøríki. Um Danmark hevði sett í verk ein flatan marginalskatt upp á 40 % hevði Danmark verið 6. mest javna landið av teimum 34 OECD-londunum.

Orsøkin til, at ein lækking av marginalskattinum hevur so lítla ávirkan er, at inntøkumunurin millum lægstu og hægstu inntøkur áðrenn skatt er lutfalsliga lítil, og at tað eru lutfalsliga høgar inntøkuflytingar.

Ein kanning hjá Hagstovu Føroya staðfesti herfyri, at Føroyar er munandi javnari enn Danmark og onnur ES-lond, tá tað snýr seg um inntøkumunin millum rík og fátøk. Leinkja til notatið hjá CEPOS:

http://bit.ly/uRT7To

Kelda: http://www.industry.fo