Lítil men mikil
Perla: Eliesar Sørensen, er ein av navnframu Fugloyar-brøðrunum, sum fluttu til Klaksvíkar at búgva. Brøðrirnir høvdu tað til felags, at teir gjørdu lítið burturúr sær sjálvum. Og allir rukku og røkka teir høgan aldur. Í Oyggjatíðindum 12. september 2008.
Eliesar í Fugloy, búði á Stongunum, har hann fyrst á avgreiðsluni hjá Kjølbro, og seinni hjá Skipafelagnum, eisini arbeiddi saman við Peturi Andreassen (Petur hjá Hildu).
Hesin fugloyingurin var ein sera sillførir og fáorðaður maður, altíð blíður og fyrikomandi.
Eliesar hevði eina sterka Gudstrúgv, og var trúgvur at ganga á møti hjá Brøðrunum í Klaksvík.
Beint áðrenn Eliesar fylti 100 ár í 2005, andaðist hann, og varð grivin á hundrað ára degnum, 13. november.
Fyri stuttum kom upp ein sera vøkur bringumynd av tí stillføra fugloyinginum, sum er sett upp við grøv hansara.
Hetta er helst einasta bringumynd av sínum slagi, ið er sett upp í einum kirkjugarði í Føroyum við tekstinum:
Lítil men mikil...
Eliesar hevur uppiborið hendan heiðurin, at fáa beiðslaða eina bringumynd, og settur í kirkjugarðin, men tey, sum kendu mannin vita, at júst hetta, vildi hann ikki brýggja seg um. Hetta vildi hann mett vera at gera alt ov nógv burturúr sær.
Í Klaksvík gita tey dúgliga hvør hevur sett bringumyndina upp av Eliesari, men eingin veit við vissu. Hildið verður, at Brøðrasamkoman hevur skipað fyri, men vit vita ikki hvør listamaðurin er.