Lítil krúlla ella stór fløkja ?
RØÐA Á VAGLINUM
Tiltak hjá Føroya Pedagogfelag
”Mamma ... eg veit, hví barnagarðurin er stongdur”.
Soleiðis segði 5-ára gamli sonurin í vikuni. Eg spurdi sjálvandi hví, og svaraði hann: ”Tey vaksnu tíma ikki at arbeiða - tí tey vilja hava fleiri pengar”.
Hann hevði gjørt sína niðurstøðu eftir at hava hoyrt útvarpstíðindini og nógv tos um verkfallið. Mátti greiða honum frá, at orsøkin var ein ”krúlla” – nei, hetta skilti hann onki av.
Royndi síðan at greiða nærri frá hesi sokallaðu ”krúllu”, og at málið í veruleikanum snúði seg um so ómetaliga nógv annað og meira enn pengar.
Frá flatskatti til krúllu
Ongantíð minnist eg til, at ein ”krúlla” hevur fingið so nógva umtalu – sum tann, ið vit viðgera her í dag.
Hetta myndamálið stendur eisini í greiðari mótsøgn til, at vit seinastu mánaðarnar hava práta mest um fløt viðurskifti – so sum flatskatt í Føroyum og hækkaðan blokk frá flatlondum.
Men í veruleikan er talan sjálvandi ikki um eina lítla krúllu, men hinvegin um eina stóra fløkju.
Frá krúllu til fløkju
Eina fløkju – tí at komið er so ómetaliga greitt til sjóndar:
- at grundleggjandi munir eru millum sáttmálarættindi hjá ymsum rættiliga líknandi starvsbólkum,
- at grundleggjandi trupulleikar eru við, at tengja saman ein frammanundan ásettan skattapolitikk saman við lønarsamráðingum,
- at framdi skattapolitikkurin fremur munandi gjáir millum realløn hjá lágløntum og háløntum, og
- at tað hevur grundleggjandi stóran týdning, at fakfelagsrørslan hevur eina eins stóra styrki sum arbeiðsgevarasíðan – um javnvág skal verða í samráðingum.
Alneyðugt við javnvág millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara
Og ikki minst hetta seinasta er ófatiliga týðandi. Tað at javnvág er í samráðingunum.
Tí uttan hetta, so fánar samráðingarrætturin. Ein rættur, ið ongin eigur at taka fyri givið.
Undan okkum sum standa her í dag, hava ótalligir føroyingar kempað fyri, at fáa henda samráðingarrætt, tá umræður løn og rættindi hjá lønmóttakarum.
Hetta er ein rættur, ið er ringur at fáa – men lættur at missa – um so er, at rætt ikki verður borið at.
Ansið eftir ikki at avmarka samráðingarrætt
Eitt dømi um hetta hevði verið, um so var, at tað var eitt ófrávíkiligt krav, at skattapolitikkur og lønarsamráðingar skuldu tengjast saman. Tá varð samráðingarrætturin munandi avmarkaður.
Tí ein skattapolitikkur – sum nærum øll fakfeløg hava mótmælt, men sum hóast hesi mótmæli varð settur í verk – hvussu kann hesin gerast nakað, ið somu fakfeløg skulu nýta sum fyritreyt fyri lønarsamráðingunum stutt eftir ?
Serliga undarlig gerst støðan tá tann arbeiðstakari, ið er umboðaður her í dag, í stóran mun fær eina reallønarlækking í 2012 – heldur enn hækking.
Flatskattalætti, ið fremur stóra reallønargjógv
Hyggja vit nærri at flatskattalættanum, so eru talan um 265 mió. kr., ið allir føroyingar verða við til at rinda, men sum fyrst og fremst háinntøkurnar fáa gleði av.
Ein føroyingur við løn á 20.000 kr. um mánaðin fær 117 kr. í skattalætta mánaðarliga – 1.400 kr. um árið.
Hevur tú hinvegin eina dupult so stóra inntøku tvs. 40.000 kr. um mánaðin, so fært tú 2.600 skattafrítt eyka um mánaðin og harvið 34.000 kr. eyka um árið at liva fyri. Er inntøkan 60.000 kr. um mánðain, ja, so fært tú 4.300 skattafrítt eyka um mánaðin og 51.600 kr. eyka um árið eyka at liva fyri.
Jú, hægri inntøku – jú, munandi hægri skattalætta.
Samstundis hækkar pensjónsskatturin og onnur gjøld, so lægru lønirnar, ið ikki fáa stórt meira enn ein 100 kr. seðil um mánaðin í skattalætta – fáa tí í veruleikanum eina týðandi reallønarlækking.
Staðfestast kann, at 2012 verður árið, har ...
Vit við flatskattalættanum fáa eina munandi størri gjógv millum realløn hjá lágløntum og háløntum.
Vit fáa eisini eina pensjónsskattahækking – serliga til føroyingar við lág- og miðalpensjónum.
Vit fáa við skatting av pensjónsinngjaldi – heldur enn útgjaldi - eina stóra flyting av framtíðar pensjónsskattainntøkum til nútíðina – frá komandi ættarliði til nú.
Og vit flyta eina munandi inntøkukeldu – pensjónsskatt – frá kommunum kring landið til landskassan.
Sum heild er talan um ein býtispolitikk, ið rakar bæði
- sosialt skeivt,
- skeivt millum ættarlið og
- skeivt millum øki kring landið.
Fakfeløgini hava ikki góðkent skattapolitikkin
Vit vita, at skattapolitikkur kann altíð verða broyttur alt eftir, hvør politiska leiðslan er, men um tað yvirhøvur skuldi givið meining at tengja skattapolitikk og lønarsamráðingar saman, so máttu allir samráðingarpartarnir verða við til at gera langtíðarsemjur um ikki bert um lønarsáttmálar – men eisini um skattaskipan og skattapolitikkin í sáttmálatíðarskeiðnum.
Tvs. so skuldu fakfeløgini eisini verið við til at samansett og góðkent skattapolitikkin.
Hetta hevur sum kunnugt ikki verið galdandi – tvørturímóti.
Takk. 1000 takk.
Torført er at finna røttu orðini til at siga nóg nógv takk. Men kundi ikki hugsað mær eitt betur høvi enn hetta at siga takk til allar tykkum námsfrøðingar og ikki minst øll tykkum hjálparfólk, sum eru við til at ríka lívið hjá okkum øllum.
Hvønn dag verður ábyrgdin av okkara børnum og teimum, ið hava serligar avbjóðingar í lívinum, løgd á tykkara herðar – í hvørt fall stóran part av degnum - og hvønn dag bera tit hesa byrðu við røttum ryggi og eru við at lyfta ótalligar føroyingar fram á lívsleiðini.
Havi størstu virðing fyri tí, ið tit geva okkum øllum hvønn einasta dag.
Stóra takk fyri tað.
Føroyar eru ikki fyri øll – enn
Eg havi eitt hjartasuff, ið eg gjarna vil bera fram her.
Kanska tí, at eg vænti, at júst millum tykkum, ið eru her í dag, er stórt ”forstáilsi” fyri hesum.
Kanska eru vit ikki komin longur – vegna tað, sum eitt gamlt føroyskt orðatak sigur:
“Blindar eru ókunnar gøtur.”
Vit vilja so gjarna siga, at vit hava dagstovnar fyri øll.
At vit hava fólkaskúlar fyri øll.
At vit hava einar Føroyar fyri øll.
Men eg má tíverri staðfesta tað, sum flestu okkara her uttan iva vita - at so er ikki.
Vit hava í dag eitt samfelag, ið fyrst og fremst er innrættað til tey, ið klára seg.
Vit royna at hjálpa og stuðla teimum, ið hava serligar avbjóðingar, og eru fleiri framstig eisini hend, síðan vit útfluttu hesi fyri fáum áratíggjum síðan.
Men vit eru enn lagt afturút.
Vit síggja tað eitt nú dagliga í fólkaskúlunum.
Vit síggja tað ikki minst á miðnámsskúlaøkinum – har vit eru ófatiliga lagt afturúr tá umræður javnrættindi – og eisini síggja vit hetta tá umræður manglandi vardar bústaðir og vard størv – og hildið kundi verið áfram. Men ... ” Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. “
Tað gongur rætta vegin
Tað gerast alsamt fleiri, ið virka fyri, at fáa broytt hesa støðuna, soleiðis at Føroyar veruliga gerast einar Føroyar fyri øll.
Ikki minst fleiri av tykkum sum eru her í dag, virka dagligt fyri hesum og eru tit eisini týðandi partur av at gera hesa vón og visjón til veruleika.
Ongin ivi er um, at tær fyritreytir, sum tit í hesum døgum kempa fyri - fyri at kunna gera tykkara arbeiði enn betur - vilja m.a. verða til fyrimuns fyri tey, ið hava serligar avbjóðingar í okkara samfelag.
Vit kunnu tó gleðast um, at spakuliga - men støðugt - gongur rætta vegin.
Og um allar tær eldsálirnar sum eru her í dag, eru við til at skapa neistar kring Føroyar, fyri at náa hesum máli, so røkka vit hesum skjótt. Tí sum vit vita, so kann sjálvt ”Lítil neisti birta stóran eld.”
Fakfeløgini høvdu staðið sterkari saman
Tit eru ein stórur og týðandi samfelagsbólkur í dag.
Nærum 2.000 føroyskir námsfrøðingar. Hetta er ein stórur partur av føroysku arbeiðsmegini.
Hetta gevur eina sterka rødd, men um øll fakfeløgini valdu at standa saman – ja, so hevði røddin verið enn meira sjónlig í almenna rúminum, og samráðingarstøðan enn sterkari.
Tí saman høvdu tit ikki bert gjørst fleiri, tit høvdu eisini nátt eini størri javnvág millum arbeiðsgevarasíðuna og arbeiðstakarasíðuna.
Skal ikki leggja meg útí, hvussu fakfeløgini skipa seg, men meti avgjørt, at ein javnvág millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara er avgerandi fyri framhaldandi menning av føroyska arbeiðsmarknaðinum, og er tað mín vón, at fakfeløgini í Føroyum velja at samstarva munandi meira í framtíðini.
Bæði um yvirskipað viðurskifti og somuleiðis um ítøkilig viðurskifti.
Ein fitt søga
Nú vit eru inni á, at verða ítøkilig og eg standi her saman við so nógvum námfrøðingum, hjálparfólkum og fittum børnum, havi eg hug at siga eina fitta søgu frá einum degi, tá eg og børnini fóru ein túr í kirkjugarðin við Velbastaðvegin.** Lítli sonurin spurdi, hvar tey deyðu vóru í kirkjugarðinum.
Eg svaraði at kropparnir lógu niðri í jørðini og sálin var farin í himniríki.
Tá vit nakað eftir vóru komin út á Argir spurdi hann aftur (sera umhugsunarsamur).
”Mamma, er tað rætt, at kropparnir eru í jørðini í kirkjugarðinum”. ”Ja” segði eg. So spurdi hann aftur (nú enn meira umhugsunarsamur). ”Men mamma, um kropparnir eru har - hvar eru so høvdini” ?
Hugsaði tá, at helst hevði eg ikki verið nóg ”pedagogisk” í míni frágreiðing, tí børn taka jú alt so sera ítøkiligt.
Samanhald gevur styrki
Tað er ein fantastisk kensla at kunna standa her saman við tykkum øllum í dag.
Tí tað at standa saman um eitt felags mál gevur eina heilt serstaka kenslu og styrki.
Meðan vit hvør í sínum lagi hava okkara styrkir og veikleikar – og ikki fylla so nógv – so gerast vit ómetaliga sterk, tá vit savnast og standa saman.
Eitt sindur sum eitt puslispæl, har ongin prikkur er eins – men saman geva allir hesir eina vakra og sterka mynd.
Vónin er ein góð og virðilig loysn
Tað er ikki bert her á Vaglinum, at fólk í dag savnast um eitt felags mál.
Eisini í Moskva er fráboðað til mótmælisgongu júst í dag – men har hava myndugleikarnir frárátt fólki at møta upp av fleiri orsøkum – men alment verður sagt at hetta er vegna kulda.
Eg vóni veruliga, at hóast tað kann tykjast kalt millum Pedagogfelagið og
arbeiðsgevarasíðuna í løtuni, at vit skjótt fara at fáa lýggjar vindar, ið kunnu geva eitt úrslit, ið er bæði gott og virðiligt – og uttan krúllur, ið skilja partarnar.
Góðan arbeiðhug víðari !
Á Vaglinum, 4. februar 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi