![](/myndir/myndin-17044_r_705_0.jpg)
Lítið flogfar á veg til Føroya úr Ísland sendi MayDay
Fríggjadagin Kl 1127 fekk MRCC boð frá JRCC í Íslandi, at ein single enginge flúgvari hevði trupulleikar við motorinum og hevði sent neyðarkall. Tá var flúgvarin staddur beint vestanfyri markið. Tveir persónar vóru umborð.
Brimil og tyrlan fingu beinanvegin boð um at fara avstað. Flúgvarin kláraði tó at halda hæddina allan vegin og lendi á flogvøllinum í Vágum í øllum góðum kl 1219.
MRCC Tórshavn