Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum.

 Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti. Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári. 

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum (Mynd 1, vikuligar mátingar í Skopunarfirði). Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár (Mynd 2, gróðurindeks á árliga ætikanningartúrinum í juni). 

Til ber at fylgja gróðrinum her.