Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Listterapi til tín við varandi krabbameiniHeldur tú teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, samstundis sum tú gert nakað gott fyri teg sjálvan, er tilboðið um listterapi møguliga ein góð loysn fyri teg, í tí støðu tú ert í.

Listterapi til tín við varandi krabbameini

Listterapi til tín við varandi krabbameini
 
Krabbameinsfelagið gjørdi fyrr í ár eina roynd at bjóða fólki við varandi krabbameini at luttaka í bólki í listterapi. Felagið hevur avgjørt at halda fram við hesum tilboði.
 
Heldur tú teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, samstundis sum tú gert nakað gott fyri teg sjálvan, er tilboðið um listterapi møguliga ein góð loysn fyri teg, í tí støðu tú ert í.
 
Á skeiðsdøgunum fært tú eitt frírúm, har tú kanst njóta løtur í friði í umstøðum, sum eru fjálgar og hava okkurt til allar sansir.
 
Saman við øðrum í somu støðu kanst tú fordjúpa teg og lýsa teir tankar og kenslur, sum fylla. Tað kann vera við at práta, tekna, skriva, mála. Um tú onkran dag ikki skuldi havt orku til tað heilt stóra, eru góðir møguleikar fyri hvíld, og tú kanst fylgja við frá síðulinjuni.
 
Á skránni kann eisini vera t. d. sangur, upplestur, undirvísing og felags prát um ymisk viðkomandi evni og í steðginum fært tú eina lætta, sunna máltíð.
 
Bólkaleiðari er Fía Lamhauge, listterapeutur, sum í mong ár hevur havt tey vælumtóktu skeiðini í listterapi fyri Krabbameinsfelagið.
 
Skeiðið verður einaferð um mánaðan í 3-4 tímar, íalt 5 ferðir. Byrjað verður mánaðarskiftið nov./des., og nýggj tíð verða avtalað frá ferð til ferð.
 
Brot úr afturmelding:
“eg fekk hjálp til at góðkenna,
at eg (lívið) ikki eri tann sama
og ongantíð verði tað aftur.
OG at síggja alt tað nýggja, lívið bjóðar tær.
At vit hava so nógv annað í okkum, sum er lívið vert.” 
 
Um hetta hevur tín áhuga, ella um tú ynskir at hoyra meira um hetta tilboðið, kanst tú ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda ein teldupost til kmf@krabbamein.fo.
 
Tilmeldingarfreistin er 25. nov.