Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Listamannahúsið á Dalatrøðni

Janus Kamban, myndahøggari, skrivaði í sínum testamenti, at hansara ognir skuldu fara í ein grunn, nevndur Listamannahúsið á Dalatrøðni. Hesin grunnur skuldi stjórnast av eini nevnd, ið er tann sama sum sitandi nevnd í Listafelagi Føroya.

Tíðindarit:

Í testamentinum hevur Janus gjørt sær hesar tankar um tørvin á einum listamannahúsi:

”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listarmonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listarmonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðar ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listarmanni í boði, um tað kann geva føroyskum listarmanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentunarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”.

Nevndin fyri grunnin hevur brúkt peningin í búnum til at seta húsini í stand soleiðis, at tey nú eru klár at brúka hjá listafólki – hetta í tráð við tað sum Janus ynskti. Nevndin skal við hesum bjóða til almenna samkomu í húsunum, hósdagin tann 16. juli, kl. 16:00 til 18:00. 

Skáin verður hendan:

Hilmar Høgenni, formaður grunsins bjóðar vælkomin
Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hugleiðir um starvsfelagan
Julianna Klett, nevndarlimur og bústjóri sigur frá gongdini
Okkurt gómagott verður eisini.
Øll eru vælkomin, hóast plássið er avmarkað.