Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Listaligt gróðrarrúm

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:

Áhugavert var at lýða á tað, sum varð sagt á fundi í Norðurlandahúsinum um arbeiðskorini hjá listafólkum. Serligur dentur var lagdur á innivist og arbeiðsumstøður hjá listafólki, og heilt fitt varð gjørt burtur úr hugtakinum atelierfelagsskapi.

Til at lýsa slíkar møguleikar vóru boð send eftir listafólkum úr Tróndheimi, sum við góðum úrslitum hevur skipað fyri fleiri atelierfelagsskapum í býnum. Innivist er fingið í gomlum virkisbyningum, gomlum skúlum og líknandi, og umstøðurnar og reglurnar fyri at virka í teimum ymsu støðunum eru eitt sindur ymiskar.

Tríggjar kvinnur, sum arbeiða í sama atelierfelagsskapi, greiddu frá sínum royndum av hesum arbeiðsumstøðum. Teimum dámdi hendan háttin, sum gav góðar møguleikar fyri íblástri frá hvør øðrum.

Tann, sum hevur staðið fyri hesi menningarverkætlan í Tróndheimi, var eisini hjá. Hann legði dent á, at arbeiðshølini verða ikki boðin fram fyri onki, men samstundis er umráðandi ikki at seta leiguprísin so høgt, at ongin er førur fyri at gjalda hann.

Føroysk listafólk hava verið í Noregi og sett seg inn í viðurskiftini. Tey hava síðani vent sær til Tórshavnar kommunu við fyrispurningi um at fáa skipað ein atelierfelagsskap í Havn.

Ivist ikki í, at eitt slíkt gróðrarrúm fer at koma, og royndirnar í t.d. Tróndheimi kunnu í stóran mun flytast yvir á viðurskifti her í býnum.

Ein atelierfelagsskapur skal halda til sentralt, so listin og yrkisbólkurin verða samrunnir partar av býarlívinum. Dømi eru longu nevnd um fleiri bygningar, sum fyri smáar pengar kunnu lagast til endamálið.** Grundtankin aftan fyri atelierfelagsskapin er ein framskygd og strategisk íløga í eina alneyðuga skapandi vinnugrein, sum nevnist list.

Politiskir myndugleikar kunna ikki síggja burtur frá hesum tørvi, og Tórshavnar kommuna fer í øllum førum at virka fyri hesum í góðum og tøttum samstarvi við listaliga umhvørvið.

Her liggur ein stórur og nærum ótroyttur samafelagsligur møguleiki, ið myndugleikar og samfelag ikki kunnu síggja burtur frá, men hava beinleiðis politiska skyldu at styðja uppundir.

---