Listaframsýning í Mentamálaráðnum - “Smálutir hugvekja”
“Smálutir hugvekja” er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning í Mentamálaráðnum, sum letur upp mánadagin 21. november 2011, kl. 15.00.
Tær sum sýna fram eru:
- Felagið “dirvi” við Súsannu Martinsdóttir, sum í 15 ár hevur bundið lutir við alskyns smáum mynstrum,
- Hildur Hermasen, sum hevur arbeitt við keramikki í áleið 20 ár og
- Vera Bjørgvin, ið hevur málað við akryl í 12 ár
Tað eru serliga smálutirnir í náttúruni, sum gevur teimum øllum íblástur:
- Smálutir, ið síggjast aftur í smáu mynstrunum, sum dirvi er kent fyri at seta saman á alskins hátt,
- Smálutir, ið síggjast aftur í glæringini, sum er týðandi partur av keramikkini,
- og Vera endurgevur smáu rørslurnar sum fylla himmal og hav, sum vit eru mitt í.
Til ferniseringina mánadagin kl. 15.00 fer Fríði Bjørgvin at spæla guitar. Framsýningin er opin til 15. januar 2012 í vanligari arbeiðstíð hjá
Mentamálaráðnum.
Øll eru vælkomin.