Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Listaframsýning „Fólkið og náttúran“ í Mentamálaráðnum

„Fólkið og náttúran“ er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 14. juni 2012, kl. 15.00.

Tíðindaskriv

Framsýningin fevnir um nógvar ymiskar listagreinar. Har eru andlitstekningar, vatnmálningar, dreygaðar skálir, stakar, ymsir brúkslutir og annað úr føroyskum træi, umframt málningar av naivistiskum lýsingum av føroyska gerandisdegnum.

Tey, sum sýna fram eru:

- Olga Kruse, Oyrarbakki

- Terji Johannesen, Norðskáli og

- Jákup Lervig, Tórshavn

Olga Kruse er í læru sum miðlagrafikari á Føroyaprent, og henni dámar væl at tekna andlitstekningar í frítíðini. Hon hevur luttikið í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum seinasta veturin og fæst við at mála vatnmálningar, har íblástur kemur frá gerandis umhvørvinum og ikki minst úr føroysku náttúruni. Hon sýnir fram blíantstekningar og vatnmálningar.

Terji Johannesen fæst við at dreyga skálir, stakar, ymsar brúkslutir og annað úr føroyskum træi. Hetta er eitt av hansara frítíðarítrivum, og hann undirvísir eisini á kvøldskúlaskeiði og ungdómsdreyðing í Felagsskúlanum á Oyrarbakka um vetrarnar. Terji hevur eitt fjølbroytt úrval av skálum og ymsum lutum til framsýningina.

Jákup Lervig er føddur og búsitandi í Havn. Hann hevur luttikið í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum seinnu árini. Jákup hevur áður havt framsýning í Smiðjuni umframt at hava verið við á fleiri felags framsýningum. Millum annað á Ólavsøkuframsýningini. Myndaevnini eru umframt naivistiskar lýsingar av føroyska gerandisdegnum, eisini lýsingar við íblástri úr náttúruni.

Til ferniseringina hósdagin kemur Marni Kruse at syngja og spæla egin løg við guitar. Hann er næmingur á Handilsskúlanum á Kambsdali, honum dámar væl at syngja og spæla í frítíðini og hevur undirhildið við tónleiki og sangi til ymisk tiltøk.

Øll eru vælkomin.