Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatión fyri el-umvæling á Landssjúkrahúsinum

UMVÆLING: Fríggjadagin 3. mai var lisitatión á Landsverki. Talan var um innbodna lisitatión, har uppgávan er at seta upp tíðarhóskandi eltalvur við feilstreymsavbrótarum á ymsum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Inn komu trý tilboð. Lægsta tilboðið eigur Tummas Eli Hansen, ið vil gera arbeiðið fyri stívar 562.000 krónur, LM electric vildi átaka sær uppgávuna fyri slakar 640.000 krónur, og EL.FO fyri 689.000 krónur.

Sáttmáli er í dag gjørdur við Tummas Eli Hansen, sum átti lægsta tilboðið.